Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 14
12345678910111213 141516
1 Nú vóru tveir dagar til páskir og høgtíðina, ið rópast hini ósúrgaðu breyðini. Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann við svikum og drepa Hann.
2 Tí teir søgdu: "Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!"
3 Meðan Hann tá var í Betania, inni hjá spitalska Símuni, og sat til borðs har, kom kvinna, sum hevði alabasturkrukku við reinari, ógvuliga dýrari nardussalvu; hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvd Hansara.
4 Men har vóru nakrir, sum vórðu illir um hetta og søgdu hvør við annan: "Hvat skuldi tað til, at spilla salvuna so burtur!
5 Henda salva kundi jú verðið seld fyri meir enn 300 denarar, sum kundu verðið givnir fátækum!" Og teir settu harðliga at henni.
6 Men Jesus segði: "Latið hana fáa frið! Hví gera tit tykkum inn á hana? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð.
7 Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, og teimum kunnu tit gera væl ímóti, nær tit vilja; men Meg hava tit ikki altíð.
8 Hon gjørdi tað, hon kundi; hon salvaði likam Mítt frammanundan til jarðarferðina.
9 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin, har evangeliið verður prædikað, skal eisini tað, ið hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana."
10 Judas Iskariot, ein av hinum tólv, fór nú til høvuðsprestarnar at geva Hann í vald teirra.
11 Táið teir hoyrdu tað, vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening. Hann hevði nú í huga, nær best bar til at svíkja Hann.
12 Fyrsta dagin í høgtíðini, sum rópast hini ósúrgaðu breyðini - táið teir drópu páskalambið - søgdu lærisveinar Hansara við Hann: "Hvar vilt Tú, at vit skulu fara og gera Tær til reiðar at eta páskalambið?"
13 Tá sendi Hann tveir av lærisveinum Sínum avstað og segði við teir: "Farið inn í staðin! So skal maður ið ber vatnkrukku, møta tykkum; farið aftan á honum!
14 Har sum hann fer inn, skulu tit siga við húsbóndan: "Meistarin sigur: "Hvar er herbergi Mítt, har Eg kann eta páskalambið við lærisveinum Mínum?""
15 So skal hann vísa tykkum stóran sal, gjørdan í stand og til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera okkum tað til."
16 Lærisveinarnir fóru tá avstað og komu inn í staðin og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; so gjørdu teir páskalambið til.
17 Táið so kvøldið var komið, kom Hann við hinum tólv.
18 Meðan teir sótu til borðs og ótu, segði Jesus: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara - ein, sum etur við Mær - fer at svíkja Meg!"
19 Tá vórðu teir tungir og søgdu við Hann, ein fyri og annar eftir: "Tað er tó ikki eg?"
20 Hann segði við teir: "Ein av hinum tólv, hann, sum dyppar í fatið við Mær.
21 Víst fer Menniskjasonurin burtur, sum skrivað er um Hann; men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt."
22 Meðan teir nú ótu, tók Hann breyð, signaði og breyt tað, gav teimum tað og segði: "Takið hetta! Hetta er likam Mítt."
23 So tók Hann kalik, takkaði og gav teimum hann; og teir drukku allir av honum.
24 Og Hann segði við teir: "Hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong.
25 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg skal ongantíð aftur drekka av ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg skal drekka hann nýggjan í ríki Guds."
26 Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.
27 Tá segði Jesus við teir: "Tit verða allir fyri falli; tí skrivað er: "Eg skal sláa hirðan, og seyðurin skal spjaðast sundur."
28 Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea."
29 Tá segði Pætur við Hann: "Um so allir verða fyri falli, skal eg tó ikki falla!"
30 Jesus svaraði honum: "Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag, hesa nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg!"
31 Tá tók hann enn harðari til og segði: "Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg als ikki avnokta Teg!" Sama søgdu teir eisini allir.
32 Nú komu teir til garð, ið æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinar Sínar: "Setið tykkum her, meðan Eg biði!"
33 Hann tók Pætur, Jákup og Jóhannes við Sær; og ræðsla og svár angist kom á Hann.
34 Hann segði tá við teir: "Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið!"
35 So fór Hann eitt sindur longur, kastaði Seg niður á jørðina og bað, at hesin tími skuldi fara frá Honum - um tað var møguligt.
36 Hann segði: "Abba, Faðir! Alt er Tær møguligt - tak henda kalik frá Mær! - Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!"
37 So kom Hann og fann teir sovandi og segði við Pætur: "Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vakja ein tíma?
38 Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt."
39 So fór Hann uppaftur burtur, bað og segði somu orð.
40 Hann kom aftur og fann teir uppaftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra. Og teir vitstu ikki, hvat teir skuldu svara Honum.
41 Triðju ferð kom Hann, og Hann segði við teir: "Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Nóg mikið er! Tímin er komin; nú skal Menniskjasonurin verða givin upp í hendur syndara.
42 Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg."
43 Í tí sama, meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og elstu.
44 Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: "Tann, ið eg kyssi, Hann er tað; takið Hann og leiðið Hann burtur í tryggari varðveitslu!"
45 Táið hann nú kom, fór hann við tað sama yvir til Hansara og segði: "Rabbi!" og kysti Hann.
46 Tá løgdu teir hendur á Hann og tóku Hann.
47 Men ein teirra, sum hjá stóðu, dró svørðið og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum.
48 Jesus tók nú til orða og segði við teir: "Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg!
49 Eg var dagliga hjá tykkum í templinum og lærdi, og tit tóku Meg ikki; men hetta hendir, fyri at skriftirnar skulu ganga út."
50 Tá rýmdu teir allir frá Honum og flýddu.
51 Ein einstakur ungur maður fylgdi aftan á Honum; hann hevði línklæði sveipað um bera kropp sín. Teir tóku hann;
52 men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin.
53 So fóru teir nú við Jesusi til høvuðsprestin; og allir høvuðsprestarnir og hinir elstu og skriftlærdu komu saman har.
54 Pætur fylgdi Honum langt aftaná, líka inn í garð høvuðsprestsins; og hann sat hjá tænarunum og vermdi seg við eldin.
55 Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; men teir funnu einki.
56 Víst bóru mangir rangan vitnisburð móti Honum; men vitnisburðirnir ljóðaðu ikki líka.
57 Tá reistust nakrir og vitnaðu rangt móti Honum; teir søgdu:
58 "Vit hava hoyrt Hann siga: "Eg skal bróta niður hetta tempul, sum gjørt er við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.""
59 Men heldur ikki í hesum ljóðaðu vitnisburðir teirra líka.
60 Tá reistist høvuðspresturin mitt ímillum teirra og spurdi Jesus: "Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?"
61 Men Hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi Hann uppaftur - segði við Hann: "Ert Tú Kristus, Sonur hins hálovaða?"
62 Jesus svaraði: "Eg eri tað; og tit skulu síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma við skýggjum himmalsins."
63 Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: "Hvat nýtist okkum longur vitni!
64 Tit hava hoyrt gudspottanina! Hvat halda tit?" Teir dømdu Hann allir at vera deyðasekan.
65 Nakrir fóru nú at spýta á Hann, fjala andlit Hansara, geva Honum nevasløg og siga við Hann: "Profetera!" Og sveinarnir tóku ímóti Honum við stavsløgum.
66 Meðan nú Pætur var niðri í garðinum, kom ein arbeiðskona høvuðsprestsins;
67 og táið hon sá Pætur verma seg, hugdi hon uppá hann og segði: "Eisini tú vart við Jesusi Nazareara!"
68 Men hann noktaði tað og segði: "Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur!" So fór hann út í forgarðin, og hanin gól.
69 Her fekk arbeiðskonan at síggja hann og fór aftur at siga við tey, sum stóðu har: "Hesin er ein av teimum!"
70 Men hann noktaði tað uppaftur. Eina løtu eftir søgdu aftur tey, sum stóðu har, við Pætur: "So sanniliga ert tú ein av teimum! Tú ert jú eisini Galileari!"
71 Tá fór hann at banna sær og svørja: "Eg kenni ikki henda mann, ið tit tosa um!"
72 Í tí sama gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi orðið í hug, sum Jesus hevði sagt við hann: "Áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú avnokta Meg tríggjar ferðir." Og hann skar í grát.