1 | Táið Hann nú fór út úr templinum, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: "Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!" |
|
2 | Jesus svaraði honum: "Sært tú hesar stóru bygningar! Ikki skal steinur verða eftir á steini, sum ikki skal brótast niður." |
|
3 | Táið Hann so sat á Oljufjallinum, beint yvir av templinum, spurdu Pætur, Jákup, Jóhannes og Andrias Hann einsæri: |
|
4 | "Sig okkum: Nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, táið alt hetta fer at ganga út?" |
|
5 | Tá tók Jesus til orða og segði við teir: "Síggið til, at eingin villleiðir tykkum! |
|
6 | Mangir skulu koma í navni Mínum og siga: "Tað eri eg!" Og teir skulu villleiða mong. |
|
7 | Men táið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða, men endin er ikki enn. |
|
8 | Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og jarðskjálvti skal vera víða hvar; hungur skal vera, og ófriður. Hetta eru hinir fyrstu verkirnir. |
|
9 | Men ansið eftir tykkum sjálvum! Tey skulu geva tykkum upp til dómstólarnar, og tit skulu verða húðflongdir í sýnagogunum og førdir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum til vitnisburð. |
|
10 | Og evangeliið má fyrst verða prædikað fyri øllum fólkasløgum. |
|
11 | Táið tey nú leiða tykkum fram og geva tykkum upp, stúrið tá ikki frammanundan fyri, hvat tit skulu tala! Tað, sum tykkum verður givið í somu stund, skulu tit tala; tað eru jú ikki tit, ið tala, men Heilagi Andin. |
|
12 | Bróðir skal geva upp bróður til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra. |
|
13 | Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur. |
|
14 | Men táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar standa, har hon ikki átti at staðið - tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! - skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; |
|
15 | tann, ið á takinum er, má ikki fara niður aftur ella fara inn eftir nøkrum úr húsi sínum; |
|
16 | og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum. |
|
17 | Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum! |
|
18 | Biðið eftir, at tað skal ikki vera um veturin! |
|
19 | Tí á teimum døgum skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið higartil, frá tí skapningurin varð til, sum Gud skapti, og sum heldur ikki skal koma. |
|
20 | Stytti Harrin ikki teir dagar, varð einki hold frelst; men fyri hinna útvaldu skuld, sum Hann hevur útvalt, hevur Hann stytt teir dagar. |
|
21 | Sigur tá onkur við tykkum: "Hyggið, her er Kristus!" ella: "Hyggið, har!" tá trúgvið tí ikki! |
|
22 | Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu - um tað var møguligt. |
|
23 | Men tit - varðið tykkum! Eg havi sagt tykkum alt frammanundan. |
|
24 | Á teimum døgum, eftir hesa trongd, skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; |
|
25 | stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast. |
|
26 | Tá skulu tey síggja Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd. |
|
27 | Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins. |
|
28 | Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær. |
|
29 | Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at Hann er nær fyri durunum. |
|
30 | Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent. |
|
31 | Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga. |
|
32 | Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin - eingin uttan Faðirin. |
|
33 | Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er. |
|
34 | Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja |
|
35 | - so skulu tit vakja; tí tit vita ikki, nær Harri hússins kemur, um tað nú verður um kvøldið, á midnátt, um hanagal ella um morgunin - |
|
36 | so Hann ikki, táið Hann kemur óvart, skal finna tykkum sovandi. |
|
37 | Men tað, sum Eg sigi við tykkum, sigi Eg við øll: Vakið!" |
|
|