Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 12
1234567891011 1213141516
1 Hann fór nú at tala til teirra í líknilsum: "Maður plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu, bygdi torn, leigaði víngarðsmonnum hann og fór so burt í annað land.
2 Táið so tíðin kom, sendi hann tænara til víngarðsmenninar at taka við parti sínum av ávøksti víngarðsins frá víngarðsmonnunum.
3 Men teir tóku hann og bankaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.
4 So sendi hann aftur annan tænara til teirra; hann slógu teir í høvdið og háðaðu.
5 Hann sendi ein annan, og hann drópu teir; og so gjørdu teir við nógvar aðrar; summar bankaðu teir, og summar drópu teir.
6 Nú átti hann ein eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann til endan til teirra og segði: "Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!"
7 Men hesir víngarðsmenn søgdu hvør við annan: "Hetta er arvingin! Komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arvin!"
8 Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út úr víngarðinum.
9 Hvat fer nú víngarðsharrin at gera? Hann fer at koma og gera enda á víngarðsmonnunum og lata aðrar fáa víngarðin.
10 Hava tit ikki eisini lisið hetta skriftorðið: "Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur.
11 Av Harranum er hetta gjørt; tað er undurfult í eygum okkara"?"
12 Teir royndu nú at taka Hann, men teir ræddust fólkið; tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsið. Teir fóru tá frá Honum og fóru avstað.
13 So sendu teir nakrar Farisearar og Heródingar til Hansara, fyri at teir skuldu fanga Hann í orðum.
14 Teir komu og søgdu við Hann: "Meistari! Vit vita, at Tú ert sannorðaður og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun, men lærir veg Guds í sannleika. Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki? Skulu vit lata ella ikki lata?"
15 Táið Hann sá hykl teirra, segði Hann við teir: "Hví freista tit Meg? Fáið Mær ein denar, latið Meg síggja hann!"
16 Teir komu við honum. Hann spurdi teir: "Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?" Teir svaraðu Honum: "Keisarans."
17 Tá segði Jesus við teir: "Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!" Og teir undraðust á Hann.
18 Tá komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er. Teir spurdu Hann:
19 "Meistari! Móses hevur skrivað okkum tað boð, at táið bróðir eins mans doyr og letur konu eftir seg, men einki barn letur eftir seg, skal bróðir hansara taka konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom.
20 Nú vóru sjey brøður. Hin fyrsti tók sær konu og læt ikki avkom eftir seg, táið hann doyði.
21 So tók hin næsti hana, og doyði uttan at lata avkom eftir seg. Somuleiðis hin triði -
22 og allir sjey - teir lótu ikki avkom eftir seg. Seinast av teimum øllum doyði konan við.
23 Í uppreisnini, táið tey rísa upp, hvør teirra skal tá hava hana til konu? Teir hava jú allir sjey havt hana til konu."
24 Jesus svaraði teimum: "Er tað ikki tí, tit villast - tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds!
25 Tí táið tey rísa upp frá hinum deyðu, hvørki taka tey til ekta ella verða givin til ekta; nei, tey eru sum einglar í Himli.
26 Men um hini deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebók, har sum talast um tornarunnin, hvussu Gud talaði til hansara og segði: "Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups"?
27 - Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi! Tit villast stórliga."
28 Tá kom ein av hinum skriftlærdu til Hansara; hann hevði hoyrt orðaskifti teirra og skilt, at Hann svaraði teimum væl. Hann spurdi Hann: "Hvørt boð er hitt fyrsta av øllum?"
29 Jesus svaraði: "Hitt fyrsta er hetta: "Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein.
30 Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni."
31 Annað er hetta: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan." Størri enn hesi er einki annað boð."
32 Tá svaraði hin skriftlærdi Honum: "Rætt, Meistari! Tað er satt, Tú sigur, at Hann er ein, og at eingin annar er enn Hann.
33 Og at elska Hann av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan - tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur."
34 Táið nú Jesus sá, at hann svaraði vitiga, segði Hann við hann: "Tú ert ikki langt frá ríki Guds!" - Og eingin vágaði sær meir at seta Honum spurningar.
35 Meðan Jesus lærdi í templinum, tók Hann til orða og segði: "Hvussu fáa hinir skriftlærdu sagt, at Kristus er sonur Dávid?
36 Dávid sjálvur hevur jú sagt í Heilaga Andanum: "Harrin segði við Harra mín: "Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!""
37 Dávid sjálvur kallar Hann Harra; hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!" - Og hini stóru fjøld dámdi væl at hoyra Hann.
38 Hann segði nú, meðan Hann lærdi tey: "Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum,
39 og gjarna vilja sita fremstir í sýnagogunum og ovastir til borðs í veitslunum -
40 sum eta upp húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir! - Hesir skulu fáa tess harðari dóm!"
41 Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
42 Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
43 Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
44 Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína."