1 | Táið teir nú nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage og Betania við Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði við teir: |
|
2 | "Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Við tað sama sum tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar! |
|
3 | Sigur onkur við tykkum: "Hví gera tit hatta?" so sigið: "Harranum tørvar tað, og Hann sendir tað aftur higar við tað sama!"" |
|
4 | Teir fóru so avstað og funnu fylið bundið við dyrnar, uttan fyri, við vegin; og teir loystu tað. |
|
5 | Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu tá við teir: "Hvat er tað, tit gera! Loysa tit fylið!" |
|
6 | Men teir svaraðu teimum, sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir fáa tað. |
|
7 | So leiddu teir fylið til Jesus og løgdu klæði síni á tað; og Hann setti Seg á tað. |
|
8 | Mong breiddu klæði síni á vegin, onnur kvistar, ið tey høvdu skorið á markini. |
|
9 | Tey, sum undan gingu, og tey, sum eftir fylgdu, róptu: "Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! |
|
10 | Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!" |
|
11 | So fór Hann inn í Jerúsalem, í templið; og táið Hann hevði hugt at øllum, fór Hann út til Betania við hinum tólv, við tað at longu var vorðið kvøld. |
|
12 | Dagin eftir, táið teir fóru úr Betania, varð Hann svangur. |
|
13 | Og táið Hann langt burtur sá fikutræ, sum hevði bløð, fór Hann hagar at vita, um Hann kanska kundi finna okkurt á tí; men táið Hann kom til tað, fann Hann einki uttan bløð; tí ikki var fikutíð. |
|
14 | Tá tók Hann til orða og segði við tað: "Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!" Og lærisveinar Hansara hoyrdu tað. |
|
15 | So komu teir til Jerúsalem; og Hann fór inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu og keyptu í templinum; Hann koyrdi umkoll borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur. |
|
16 | Og Hann gav ikki loyvi til, at nakar bar ílat gjøgnum templið. |
|
17 | Hann lærdi og segði við teir: "Er ikki skrivað, at hús Mítt skal kallast bønhús fyri øll fólkasløg! Men tit hava gjørt tað til ránsmannabøli." |
|
18 | Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, løgdu teir ráð um, hvussu teir skuldu beina fyri Honum; tí teir ræddust Hann, við tað at alt fólkið var ovfarið av læru Hansara. |
|
19 | Táið so kvøldið kom, fór Hann út úr staðnum. |
|
20 | Men táið teir um morgunin gingu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað frá rótini. |
|
21 | Tá mintist Pætur tað og segði við Hann: "Rabbi, hygg, fikutræið, ið Tú bannaði, er følnað!" |
|
22 | Jesus svaraði teimum: "Havið trúgv til Gud! |
|
23 | Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: "Lyft teg upp og kasta teg í havið!" og ivast ikki í hjartanum, men trýr, at tað verður, sum hann sigur, honum skal verða so. |
|
24 | Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava - trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so! |
|
25 | Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara! |
|
26 | Men fyrigeva tit ikki, skal Faðir tykkara, sum í Himli er, heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara." |
|
27 | So komu teir aftur til Jerúsalem. Og meðan Hann gekk um í templinum, komu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og elstu til Hansara. |
|
28 | Teir søgdu við Hann: "Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør hevur givið Tær henda myndugleika til at gera hetta?" |
|
29 | Jesus svaraði teimum: "Eg skal spyrja tykkum um eitt; svarið Mær uppá tað, so skal Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta! |
|
30 | Dópur Jóhannesar, var hann av Himli ella frá menniskjum? Svarið Mær!" |
|
31 | Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: "Siga vit: "Av Himli," so sigur Hann: "Hví trúðu tit honum tá ikki?" |
|
32 | Men siga vit: "Frá menniskjum"" - tá ræddust teir fólkið; tí øll hildu um Jóhannes, at hann av sonnum var profetur. |
|
33 | Teir svaraðu tí Jesusi: "Vit vita ikki." Tá segði Jesus við teir: "So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta." |
|
|