1 | So reistist Hann og fór haðani, gjøgnum landið hinumegin Jordan til tað landið, sum hoyrir til Judea. Aftur savnaðist nógv fólk um Hann, og Hann lærdi tey aftur, sum Hann var vanur. |
|
2 | Tá komu Fariseararnir og spurdu Hann - fyri at freista Hann -: "Hevur maður loyvi at skiljast frá konu síni?" |
|
3 | Hann svaraði teimum: "Hvat boð hevur Móses givið tykkum?" |
|
4 | Teir søgdu: "Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast frá henni." |
|
5 | Jesus segði við teir: "Tí hjørtu tykkara eru so hørð, skrivaði hann tykkum hetta boð. |
|
6 | Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu. |
|
7 | Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, |
|
8 | og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold. |
|
9 | Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur." |
|
10 | Heima við hús spurdu lærisveinarnir Hann aftur um hetta. |
|
11 | Hann svaraði teimum: "Tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor móti henni. |
|
12 | Og skilst kona frá manni sínum og giftist við øðrum, drívur hon hor." |
|
13 | Tey bóru smá børn til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru tey. |
|
14 | Táið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: "Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til. |
|
15 | Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað." |
|
16 | So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey. |
|
17 | Táið Hann tá fór út á vegin, kom ein rennandi, fall á knæ fyri Honum og spurdi Hann: "Góði Meistari, hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?" |
|
18 | Jesus segði við hann: "Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud. |
|
19 | Tú veitst boðini: "Tú mást ikki dríva hor"; "tú mást ikki drepa"; "tú mást ikki stjala"; "tú mást ikki bera rangan vitnisburð"; "tú mást ikki gera svik"; "ær faðir tín og móður tína!"" |
|
20 | Hann svaraði Honum: "Meistari, alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur!" |
|
21 | Tá hugdi Jesus uppá hann, fekk kærleika til hansara og segði við hann: "Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!" |
|
22 | Men hann varð illa við av hesi talu og fór sorgarfullur burtur; tí hann var ógvuliga ríkur. |
|
23 | Tá hugdi Jesus rundan um Seg og segði við lærisveinar Sínar: "Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!" |
|
24 | Ræðsla kom á lærisveinarnar av orðum Hansara. Tá tók Jesus aftur til orða og segði við teir: "Børn! Hvussu torført er ikki teimum, ið seta álit sítt á ríkdóm, at koma inn í ríki Guds! |
|
25 | Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds." |
|
26 | Tá kom ovurhonds ræðsla á teir, og teir søgdu hvør við annan: "Hvør kann tá verða frelstur!" |
|
27 | Jesus hugdi uppá teir og segði: "Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt." |
|
28 | Pætur tók til orða og segði við Hann: "Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær!" |
|
29 | Jesus svaraði: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, |
|
30 | uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíðini hús, brøður, systrar, møður, børn og jørð, við atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív. |
|
31 | Men mong, sum eru hini fyrstu, skulu verða hini síðstu, og hini síðstu hini fyrstu." |
|
32 | Teir vóru nú á ferð niðan til Jerúsalem; Jesus gekk undan teimum, og teir vóru fullir av ótta, og tey, sum fylgdu við, vóru rødd. Tá tók Hann aftur hinar tólv til Sín og fór at siga teimum, hvussu Honum skuldi gangast: |
|
33 | "Vit fara nú niðan til Jerúsalem. Menniskjasonurin skal verða givin høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu upp í hendur, og teir skulu døma Hann til deyða og geva Hann heidningunum upp í hendur. |
|
34 | Teir skulu spotta Hann, spýta á Hann, húðfleingja Hann og drepa Hann, og tríggjar dagar eftir skal Hann rísa upp." |
|
35 | Tá fóru Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, til Hansara og søgdu: "Meistari, vit vilja fegin, at Tú skalt gera tað fyri okkum, sum vit nú fara at biðja Teg um!" |
|
36 | Hann spurdi teir: "Hvat vilja tit tá, at Eg skal gera fyri tykkum?" |
|
37 | Teir søgdu við Hann: "Gev okkum, at vit sleppa at sita, annar við høgru, og annar við vinstru lið Tína, í dýrd Tíni!" |
|
38 | Jesus segði við teir: "Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg drekki, ella doypast við dópinum, ið Eg verði doyptur við?" |
|
39 | Teir svaraðu Honum: "Tað kunnu vit!" Tá segði Jesus við teir: "Kalikin, ið Eg drekki, skulu tit drekka, og við dópinum, ið Eg verði doyptur við, skulu tit doypast; |
|
40 | men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað." |
|
41 | Táið hinir tíggju hoyrdu hetta, vórðu teir illir inn á Jákup og Jóhannes. |
|
42 | Tá rópti Jesus teir til Sín og segði við teir: "Tit vita, at teir, ið roknast fyri høvdingar tjóðanna, valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt. |
|
43 | So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara; |
|
44 | og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum. |
|
45 | Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong." |
|
46 | Teir komu nú til Jeriko. Og táið Hann fór út úr Jeriko saman við lærisveinum Sínum og nógvum fólki, sat sonur Timeus, Bartimeus, blindur biddari, við vegin. |
|
47 | Táið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nazaret, fór hann at rópa: "Sonur Dávids, Jesus, miskunna mær!" |
|
48 | Mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: "Sonur Dávids, miskunna mær!" |
|
49 | Tá steðgaði Jesus og segði: "Rópið hann higar!" Tey róptu so hin blinda og søgdu við hann: "Ver hugreystur, reis teg upp, Hann rópar teg!" |
|
50 | Tá kastaði hann kappan av sær, leyp á føtur og kom til Jesus. |
|
51 | Jesus tók til orða og segði við hann: "Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?" Hin blindi svaraði Honum: "Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!" |
|
52 | Jesus segði við hann: "Far avstað - trúgv tín hevur frelst teg!" Við tað sama fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Honum á leið. |
|
|