Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 1
12345678910111213141516
1 Upphav evangeliums Jesu Krists, Sonar Guds.
2 Sum skrivað er hjá Esaiasi profeti: "Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær vegin til reiðar.
3 Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: "Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!""
4 - soleiðis steig Jóhannes doypari fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til syndafyrigeving.
5 Og alt Judea og øll í Jerúsalem fóru út og vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar.
6 Jóhannes var í klæðum av kamelull og hevði leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.
7 Hann prædikaði og segði: "Eftir meg kemur tann, ið sterkari er enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bukka meg niður og loysa skóreimina hjá.
8 Eg doypi tykkum í vatni; men Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum."
9 Tað hendi á teimum døgum, at Jesus kom úr Nazaret í Galilea og varð doyptur av Jóhannesi í Jordan.
10 Og við tað sama sum Hann kom upp úr vatninum, sá hann Himmalin opnast og Andan sum dúvu dala niður yvir Hann;
11 og rødd kom av Himli: "Tú ert Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til."
12 Við tað sama dreiv Andin Hann út í oyðimørkina.
13 Hann var í oyðimørkini og varð freistaður av Satan 40 dagar; Hann var millum hini villu dýrini, og einglarnir tæntu Honum.
14 Men eftir at Jóhannes var settur fastur, kom Jesus til Galilea og prædikaði evangelium Guds
15 og segði: "Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!"
16 Sum Hann nú gekk fram við vatninum í Galilea, sá Hann Símun og Andrias, bróður hansara; teir settu garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
17 Jesus segði við teir: "Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!"
18 Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.
19 Táið Hann var komin eitt sindur longur, sá Hann Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara; teir bøttu gørn síni í bátinum.
20 Hann kallaði teir við tað sama, og teir fylgdu Honum og lótu faðir sín, Zebedeus, vera eftir á bátinum við daglønamonnunum.
21 So fóru teir inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Hann sabbatin inn í sýnagoguna og lærdi.
22 Tey vórðu sligin av undran um læru Hansara; tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu.
23 Í sýnagogu teirra var nú maður við óreinum anda; hann rópti:
24 "Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!"
25 Men Jesus hótti at honum og segði: "Tig, og far út úr honum!"
26 Tá sleit hin óreini andin í hann og rópti hart og fór út úr honum.
27 Og øll vóru ovfarin, so tey spurdu hvørt annað: "Hvat er hetta? Nýggj læra! Við valdi býður Hann eisini yvir hinum óreinu andum, og teir akta Hann!"
28 Og tíðindini um Hann komu alt fyri eitt út allastaðni í øllum landinum har um vegir í Galilea.
29 Við tað sama sum teir vóru komnir út úr sýnagoguni, komu teir inn hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi.
30 Vermóðir Símun lá við fepri; og alt fyri eitt tosaðu tey við Hann um hana.
31 Hann fór tá yvir til hennara, tók í hond hennara og reisti hana upp; og hon slapp frá feprinum, og hon borðreiddi fyri teimum.
32 Táið nú kvøldið var komið, og sólin var undirgingin, komu tey til Hansara við øllum hinum sjúku og teimum, ið sett vóru av illum andum;
33 og allur býurin var komin saman fyri durunum.
34 Hann grøddi mong, ið liðu av ymiskum sjúkum, og rak út nógvar illar andar; og Hann læt ikki hinar illu andar sleppa at tala, av tí at teir kendu Hann.
35 Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.
36 Símun og teir, ið við Honum vóru, skundaðu sær tá aftan á Honum.
37 Táið teir funnu Hann, søgdu teir við Hann: "Øll leita eftir Tær!"
38 Tá segði Hann við teir: "Latið okkum fara burt aðrastaðni til smábygdirnar her rundanum, so Eg kann prædika har við! Tí tað var tað, Eg kom til."
39 Hann kom so og prædikaði í sýnagogum teirra um alt Galilea og rak út hinar illu andar.
40 Ein spitalskur kom tá til Hansara, bað Hann og fall á knæ fyri Honum og segði við Hann: "Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!"
41 Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: "Eg vil; verð reinur!"
42 Við tað sama slapp hann frá spitalskuni, og hann varð reinur.
43 Tá koyrdi Jesus hann alt fyri eitt avstað, beyð honum strangliga
44 og segði við hann: "Síggj til, at tú ongum sigur nakað um hetta! Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína tað, ið Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!"
45 Men táið hann kom út, fór hann at siga nógv frá hesum og bera út hesi tíðindi, so Jesus fekk ikki longur farið opinlýst inn í nakran bý; Hann helt Seg uttanfyri, á støðum, har eingin búði; og allastaðni frá komu tey til Hansara.