Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Malakias
Kapittul 2
1 234
1 Og nú kemur hetta boð til tykkara, tit prestar!
2 Vilja tit ikki hoyra og leggja tykkum tað á hjarta, so tit geva navni Mínum heiður - sigur HARRIN Gud herskaranna - so skal Eg senda bannið móti tykkum og banna signingum tykkara; ja, Eg havi longu bannað teimum, aftur fyri at tit leggja tykkum tað ikki á hjarta.
3 Eg skal lata revsing Mína ráma avkom tykkara, og Eg skal kasta skarn í andlit tykkara, skarnið úr hátíðarofrum tykkara, og tit skulu sjálvir verða kastaðir í tað.
4 Tá skulu tit sanna, at Eg havi sent tykkum hetta boð; tí Eg havi sáttmála við Levi - sigur HARRIN Gud herskaranna.
5 Eg hevði sáttmála við hann, og í honum var lív og friður; tað gav Eg honum, uppá at hann skuldi óttast Meg - og hann óttaðist Meg og bar ræðslu fyri navni Mínum.
6 Sannleikalóg var í munni hansara, og órættur varð ikki funnin á vørrum hansara; friðarligur og sannorðaður gekk hann leiðir Mínar, og mong umvendi hann frá misbroti.
7 Tí varrar prests skulu halda fast við kunnskap, og lóg vænta tey sær av munni hansara; tí hann er sendiboð HARRANS Guds herskaranna.
8 Men tit eru viknir av leiðini og hava við læru tykkara volt, at mong eru fallin; tit hava spilt sáttmálan við Levi - sigur HARRIN Gud herskaranna.
9 Tí havi Eg eisini gjørt, at tit eru vanvirdir og hava lítið at týða í eygum als fólksins - aftur fyri at tit akta ikki eftir leiðum Mínum, men gera mannamun í lóglæruni.
10 Hava vit ikki allir sama faðir! Hevur ikki sami Gud skapt okkum! Hví eru vit tá trúleysir hvør við annan, so vit vanhalga sáttmála fedra okkara?
11 Juda hevur borið seg trúleyst at, og í Ísrael og Jerúsalem er gjørt tað, sum viðurstyggiligt er; tí Juda hevur vanhalgað halgidóm HARRANS, sum Hann elskar, og hevur gift seg við dóttur fremmandan gud.
12 Hjá tí manni, ið slíkt ger, skal HARRIN oyða úr tjøldum Jákups hvørja livandi sál - eisini tann, ið ber fram offurgávur til HARRAN Gud herskaranna!
13 Harnæst gera tit eisini hetta: Tit fjala altar HARRANS við tárum, við gráti og suffum, so Hann vendir Sær ikki longur til offurgávuna, tekur ei heldur við gleði móti nøkrum av hond tykkara.
14 - Tit spyrja: "Hví?" Tí HARRIN hevur verið vitni millum teg og konu ungdóms tíns, sum tú hevur verið trúleysur við, tóat hon er maki tín, ektakona tín!
15 "Men hevur ikki ein gjørt so og ikki doyð kortini!" - Men hvat gjørdi hesin eini! Hann vildi fáa ættina, ið Gud hevði lovað honum; men tit skulu varða lív tykkara, og konu ungdóms tíns mást tú ikki vera trúleysur.
16 Tí Eg hati skilnaðarsótt - sigur HARRIN Gud Ísraels; við henni sveipar ein yvirgang um klæði síni - sigur HARRIN Gud herskaranna. Aktið tí eftir anda tykkara og verið ikki trúleysir!
17 Tit hava troyttað HARRAN við orðum tykkara! - Tit spyrja: "Við hvørjum hava vit troyttað Hann?" Við at siga: "Hvør tann, sum ilt ger, er góður í eygum HARRANS, og slíkir eru Honum til gleði!" - ella: "Hvar er tann Gud, sum dømir!"