Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Malakias
Kapittul 1
1234
1 Spádómur - orð HARRANS til Ísrael við Malakiasi.
2 Eg havi elskað tykkum! sigur HARRIN. Men tit spyrja: "Við hvørjum hevur Tú víst okkum kærleika Tín!" - Eru ikki Esau og Jákup brøður! - sigur HARRIN; tó elskaði Eg Jákup;
3 men Esau hataði Eg og gjørdi fjøll hansara til oyðimørk og arv hansara sjakalunum úr oyðimørkini til bústað.
4 Sigur Edom: "Vit eru lagdir í oyði, men vit skulu byggja toftirnar upp aftur!" sigur HARRIN Gud herskaranna so: Byggi teir! - Eg skal ríva niður, og teir skulu verða róptir "gudloysisland" og "fólkið, ið HARRIN er vreiður á í allar ævir"!
5 Tit skulu við egnum eygum fáa tað at síggja, og tit skulu siga: "Stórur er HARRIN, út um landamark Ísraels!"
6 Sonur heiðrar faðir sín, og tænari harra sín. - Eri Eg nú faðir, hvar er tá heiður Mín! Og eri Eg harri, hvar er tá óttin fyri Mær! - sigur HARRIN Gud herskaranna við tykkum, tit prestar, sum vanvirða navn Mítt. - Tit spyrja: "Við hvørjum hava vit vanvirt navn Títt!"
7 Við at bera fram óreinan mat á altar Mítt! - Tit spyrja: "Við hvørjum hava vit gingið reinleika Tínum ov nær!" Við at siga: "Borð HARRANS er lítlan heiður vert!"
8 Táið tit leiða fram sum offur blint kríatúr, halda tit tað ikki saka! Og táið tit leiða fram eitt, sum er lamið ella sjúkt, halda tit tað ikki saka! Kom við slíkum til landstjóra tín! Man honum fara at dáma tað! Man hann fara at taka væl ímóti tær! - sigur HARRIN Gud herskaranna.
9 Bønið tí nú Gud um at vera okkum náðigan! Við tykkara egnu hondum hava tit gjørt hetta - fær Hann verið náðigur fyri tykkum! sigur HARRIN Gud herskaranna.
10 Hevði bert onkur verið millum tykkara, sum vildi læst tempuldyrnar, so tit ikki til einkis kynda eld á altari Mínum! Eg havi ongan tokka til tykkara - sigur HARRIN Gud herskaranna - og offurgávur av hond tykkara líkar Mær ikki!
11 Tí frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar - sigur HARRIN Gud herskaranna.
12 Men tit vanhalga tað við at siga: "Borð HARRANS er óreint, og maturin, ið givin verður til tað, er lítið verdur!"
13 Ja, tit siga: "Á tað stríð!" Og tit blása eftir tí - sigur HARRIN Gud herskaranna - og bera fram tað, ið rænt er, og tað, ið lamið og sjúkt er - slíkt bera tit fram sum offurgávu! Skuldi Mær líkað slíkar gávur frá tykkum! - sigur HARRIN.
14 Bannaður veri tann svikari, sum í fylgi sínum hevur kríatúr av hannslagi og kortini, táið hann hevur gjørt lyfti, ofrar Harranum kríatúr, sum einki nyttar! Tí Eg eri stórur kongur - sigur HARRIN Gud herskaranna - og navn Mítt er øgiligt millum tjóðirnar.