Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Nahum
Kapittul 3
12 3
1 Vei blóðstaðnum, ið fullur er av lygn og yvirgangsverkum, allur sum hann er! - Aldri gevur hann uppat at ræna!
2 Smellandi koyril, skramblandi hjól, rennandi hestar, hoppandi vagnar,
3 hestmenn, ið rúka avstað, skínandi svørð, skyggjandi spjót, mongd av dripnum, dungar av líkum! Ikki stendur til at telja hinar deyðu kropparnar, ein dettur um hinar deyðu kropparnar!
4 Alt hetta kemur av hinum nógva siðloysi, ið hon dreiv, skøkjan, hin fagra, fulllærd í gandi, hon, ið seldi fólkasløg við siðloysi sínum og heilar ættir við gandi sínum.
5 Men Eg skal venda Mær móti tær - sigur HARRIN Gud herskaranna - og Eg skal lyfta faldin á klæðum tínum upp fyri andlit títt og lata fólkasløg síggja teg nakna og ríki síggja skomm tína.
6 Eg skal kasta skarn á teg, lata vanæru koma á teg og gera teg til sjónleik.
7 Ein og hvør, ið fær teg at síggja, skal flýggja frá tær og siga: "Nineve er oydd! Hvørjum man tykjast synd í henni!" - Ja, hvar skal Eg leita tær eftir troystarum!
8 Manst tú vera betri enn No-Amon, sum sat í hásæti millum Nilgreinarnar, við vatni rundan um seg, sum hevði hav til vernd og hav til múr!
9 Etioparar í mongd og Egyptar, sum ikki stóð til at telja, hevði tað til hjálparmenn, Putearar og Libýarar.
10 Eisini tað noyddist at fara í útlegd sum fangi, eisini smábørn tess vórðu sorað sundur á hvørjum vegamóti; um frægastu menn tess varð kastaður lutur, og allir stórmenn tess vórðu bundnir við leinkjum.
11 Eisini tú skalt verða drukkin og frá tær sjálvari; eisini tú skalt leita tær eftir vernd móti fíggindanum.
12 Øll verndarvirki tíni eru sum fikutrø við ávøksti, ið tíðliga er staðin; verða tey rist, detta fikurnar í munnin á tí, sum vil eta tær.
13 Herfólkið, ið tú hevur hjá tær, er sum kvinnur; portur lands tíns standa á víðum veggi fyri fíggindum tínum; eldurin hevur oytt sláir tínar.
14 Oys tær vatn at hava, meðan tú ert kringsett! Ger verndarvirki tíni sterk! Far út í evjuna og traðka leirið, gríp til tigulformin!
15 Har skal eldurin oyða teg, svørðið týna teg, gera enda á tær sum bítararnir, um tú so savnar tær skarar, so fjølmentar sum bítararnar, skarar, so fjølmentar sum grashoppurnar.
16 Keypmenn tínir kunnu gjarna vera fleiri enn stjørnurnar á himli - bítararnir breiddu út veingirnar og flugu avstað.
17 Høvdingar tínir eru sum grashoppur; høvdingar tínir líkjast grashoppuflokki, ið setur seg á múrarnar kaldan dag; sólin kemur upp, og tær flúgva avstað, og eingin veit, hvat av teimum verður.
18 Hirðar tínir eru sovnaðir, kongurin í Assur! Kappar tínir blunda; fólk títt er spjatt á fjøllunum, og eingin savnar tað.
19 Skaða tín stendur ikki til at bøta, sár títt er ógrøðandi. Øll, ið hoyra tíðindini um teg, klappa saman hendur - tí hvør fekk ikki samt og javnt óndskap tín at kenna!