Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Nahum
Kapittul 1
123
1 Spádómur um Nineve. Bókin um tað, ið Nahum Elkositur sá.
2 Strangur Gud og hevnari er HARRIN; hevnari er HARRIN og fullur av vreiði; hevnari er HARRIN mótstøðumonnum Sínum, ein, sum støðugt ber vreiði móti fíggindum Sínum.
3 HARRIN er langmóðigur, men stórur í kraft; órevsaðan letur HARRIN aldri hin seka vera. Í ódnarveðri og stormi er vegur Hansara, og skýggj eru dustið undir fótum Hansara.
4 Hann hóttir at sjónum og turkar hann upp, og Hann letur allar áir torna; Basan og Karmel følna, alt grønt á Libanon følnar.
5 Fjøllini skelva fyri Honum, og heyggjarnir bráðna; jørðin lyftir seg upp fyri ásjón Hansara, jarðarríki og øll, ið har búgva.
6 Hvør verður standandi, táið Hann verður illur! Hvør er mentur at bera brennandi vreiði Hansara! Vreiði Hansara geisar fram sum eldur, og fjøllini bresta sundur fyri Honum.
7 HARRIN er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann.
8 Men við vatnsflóð, sum leggur yvir alt, skal Hann gera enda á grundini, ið tað stendur á, og myrkrið skal elta fíggindar Hansara.
9 Hvat eru tað fyri ráð, tit leggja upp móti HARRANUM! Hann skal forkoma tykkum, heimsøkingin skal ikki koma tvær ferðir!
10 Um teir so eru samanfløktir sum tornir og so fullir, sum fyllskapur teirra fær gjørt teir, skulu teir kortini verða brendir upp sum skróturrur hálmur.
11 Úr tær gekk út ein, sum hevði ilt í huga móti HARRANUM, ein, ið legði upp gudleys ráð.
12 So sigur HARRIN: Hvussu sterkir og hvussu nógvir teir so eru, skulu teir kortini verða skornir av og hvørva. Um Eg so havi plágað teg, skal Eg ikki plága teg longur;
13 nei, nú skal Eg bróta ok hansara av tær og slíta bond tíni.
14 Men um teg gevur HARRIN hetta boð: Eingin skal verða føddur meir, sum ber navn títt; úr húsi guds tíns skal Eg beina fyri bæði útskornum og stoyptum myndum; Eg skal gera tær grøv til - tí tú ert funnin ov lættur!