Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Mika
Kapittul 5
1234 567
1 Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum.
2 Tí gevur Hann tey upp til vanlukku inntil ta tíð, táið hon, ið eiga skal, hevur átt; og teir, ið eftir eru av brøðrum Hansara, skulu koma heimaftur til Ísraelsmenn.
3 Hann skal í kraft HARRANS, í høga navni HARRANS Guds Síns, standa og røkta fylgi Sítt; og tey skulu sita í friði; tí nú skal Hann vera stórur líka at endum jarðarinnar.
4 Og Hann skal vera friður; táið Assur kemur inn í land okkara, táið hann stígur inn í borgir okkara, reisa vit móti honum sjey hirðar, ja, átta menniskjahøvdingar,
5 sum skulu herja Assursland við svørði og Nimrodsland í portrum tess. Og Hann skal frelsa okkum frá Assur, táið hann kemur inn í land okkara, táið hann stígur inn um landamark okkara.
6 Tá verður leivd Jákups millum hini mongu fólk sum døgg frá HARRANUM, sum regndropar á grasi, sum ongum bíðar eftir og steðgar ikki eftir menniskjabørnunum.
7 Tá verður leivd Jákups millum fólkasløgini - mitt ímillum hini mongu fólk - sum leyva millum skógardýr, sum ungleyva millum seyðafylgi - hon traðkar niður og skræðir sundur, har hon gongur fram, og eingin er, sum bjargar.
8 Høg skal hond tín vera yvir óvinum tínum; allir fíggindar tínir skulu verða týndir.
9 Tann dag - sigur HARRIN - skal Eg týna allar hestarnar, ið tú hevur, og forkoma vagnum tínum.
10 Eg skal oyða býir lands tíns og bróta niður øll verndarvirki tíni.
11 Eg skal beina burtur allan gand hjá tær; spámenn skulu ikki longur vera hjá tær.
12 Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.
13 Eg skal bróta niður Asjerurnar í landi tínum og leggja býir tínar í oyði.
14 Og í vreiði og bræði skal Eg hevna Meg á heidningafólkini, sum ikki hava viljað hoyrt.