|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Mika | | Kapittul 4 | | | | 1 | Men á síðstu døgum skal so verða, at fjallið, har hús HARRANS stendur, skal vera grundfest á fjallatindunum, og tað skal standa langt upp um allar hæddir. Hagar skulu fólkini streyma, |
| 2 | ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: "Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum vegir Sínar, og vit kunnu ganga leiðir Hansara!" - Tí av Zion skal opinbering ganga út, og orð HARRANS úr Jerúsalem. |
| 3 | Hann skal døma millum mong fólk og skifta rætt millum veldig fólkasløg, líka til londini longst burtur; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; tjóð skal ikki longur reiggja svørð móti tjóð, og tær skulu ikki læra seg hernað longur; |
| 4 | nei, tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey - tí muður HARRANS Guds herskaranna hevur talað. |
| 5 | Tí øll fólkasløg ganga, hvørt í navni guds síns, men vit ganga í navni HARRANS Guds okkara, í aldur og allar ævir. |
| 6 | Tann dag - sigur HARRIN - skal Eg savna tað, ið haltar, og sanka saman tað, ið burtur er rikið, og tað, ið Eg havi farið illa við; |
| 7 | tað, ið haltar, skal Eg gera til leivd; tað, ið rikið var langt burtur, skal Eg gera til sterka tjóð. Og HARRIN skal vera kongur yvir teimum á Zionsfjalli, frá nú og í allar ævir. |
| 8 | Og tú, hirðatorn, heyggjur dóttur Zions! Til tín skal tað koma, harradømið, ið fyrr var - tað skal lutast tær, kongadømið yvir dóttur Jerúsalem. |
| 9 | Hví rópar tú nú so hart? Er tá eingin kongur í tær? Er ráðgevari tín burtur, síðani verkir eru komnir á teg sum á barnakonu? |
| 10 | Ja, væl mást tú ringjast og geva teg, dóttir Zion, sum barnakona! Tí nú noyðist tú at fara út úr býnum og búgva úti á markini, og tú skalt koma líka til Bábel; har skalt tú verða bjargað; har skal HARRIN loysa teg úr hondum fígginda tína. |
| 11 | Nú hava mong fólkasløg savnað seg móti tær, og tey siga: "Hevði Zion verðið vanhalgað, so eygu okkara kundu havt frægd av at sæð tað!" |
| 12 | - Men tey vita ikki, hvat HARRIN hugsar, og skilja ikki ráð Hansara, at Hann hevur savnað tey saman sum bundi á treskiplássi. |
| 13 | - Reis teg og tresk, dóttir Zion! Tí horn títt skal Eg gera til jarn, og kleyvar tínar skal Eg gera til kopar; tú skalt sora sundur mangar tjóðir, og Eg skal lýsa rán teirra í bann til HARRAN, góðs teirra til Harran yvir allari jørðini. |
| 14 | Nú flokkast tú saman, tú dóttir flokkanna! Hervirki hava teir reist móti okkum; við stavi sláa teir dómara Ísraels undir vangan. |
| |
|
|
|
|
|
|