Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Mika
Kapittul 3
12 34567
1 Eg segði: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og tit dómarar Ísraels húss! Hoyrir tað ikki tykkum til at vita, hvat rætt er!
2 - tit, ið hata hitt góða og elska hitt illa, tit, ið ála skinnið av fólki og kjøtið av beinum teirra,
3 tit, ið eta kjøtið av fólki Mínum, ála skinnið av teimum, sora beinini sundur í teimum og stykkja tey sundur eins og í pott, sum kjøt á pannu.
4 - Einaferð skulu tey rópa til HARRAN, men Hann skal ikki svara teimum; Hann skal fjala ásjón Sína fyri teimum tá - aftur fyri ringa atburð teirra.
5 So sigur HARRIN um profetarnar ið leiða fólk Mítt av vegnum, sum rópa um frið, bert teir fáa okkurt at tyggja, men sum boða heilagan bardaga móti tí, sum einki gevur teimum í munnin
6 - afturfyri skal nátt verða hjá tykkum, so tit ongar sjónir síggja, myrkur við ongum spádómi; sólin skal ganga undir hjá profetunum, dagurin skal sortna hjá teimum.
7 Síggjararnir skulu verða til skammar, og spámenninir skulu standa snópnir; teir skulu fjala skeggið, allir samlir - tí einki svar kemur frá Gudi.
8 Men eg, eg eri við Anda HARRANS fullur av kraft, fullur av rætti og styrki - til at vitna fyri Jákupi um misbrot hansara, fyri Ísrael um synd hansara.
9 Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups húss og tit dómarar Ísraels húss, tit, ið skýggja rætt og gera bogið alt tað, sum beint er,
10 tit, ið byggja Zion við blóði og Jerúsalem við órætti!
11 - Høvdingar tess døma fyri gávu, prestar tess læra fyri løn, og profetar tess spáa fyri pening - og so kortini líta teir á HARRAN og siga: "Er ikki HARRIN mitt ímillum okkara! Eingin vanlukka kemur á okkum!"
12 Tí skal - fyri tykkara skuld - Zion verða pløgt sum akur, Jerúsalem verða til eyrdungar, og tempulfjallið til skóghæddir.