1 | Orð HARRANS, sum kom til Mika úr Moreset, á døgum Jótams, Akazar og Ezekiasar, judakonga - tað, ið hann skoðaði um Samaria og Jerúsalem. |
|
2 | Hoyrið, tit fólk, øll somul! Akta eftir, tú jørð við øllum, ið á tær er! Harrin HARRIN veri vitni móti tykkum, HARRIN - úr heilaga templi Sínum! |
|
3 | Tí HARRIN kemur út úr bústaði Sínum; Hann stígur niður og gongur eftir hæddum jarðarinnar. |
|
4 | Fjøllini bráðna undir Honum, og dalarnir klovna - sum vaks fyri eldi, sum vatn, ið verður stoytt oman í bratta líð. |
|
5 | Fráfall Jákups er tað, sum ger, at alt hetta hendir - syndirnar, ið hús Ísraels hevur gjørt. Hvør er upphav at fráfalli Jákups? Er tað ikki Samaria! Og hvør er upphav at offurheyggjum Juda? Er tað ikki Jerúsalem! |
|
6 | Eg skal tí gera Samaria til grótrúgvu á markini, til stað at planta víngarðar á; Eg skal rulla steinar tess oman í dalin og lata grundvøllir tess koma fyri ljósið. |
|
7 | Allar hinar útskornu myndir tess skulu verða brotnar sundur, øll skøkjuløn tess skal verða brend upp, og øllum avgudum tess skal Eg forkoma; tí av skøkjuløn hevur tað savnað sær tey, og skøkjuløn skulu tey aftur verða. |
|
8 | Um hetta skal eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og nakin; eg skal rópa av sorg sum sjakalarnir og vena meg sum strutsarnir. |
|
9 | Tí sár tess eru ógrøðandi; vanlukkan er komin líka til Juda; hon er nádd líka at portri fólks míns, líka til Jerúsalem. |
|
10 | Kunngerið ikki hetta í Gat, grátið ikki so sárliga! Í Bet-Leafra veltist eg í dustinum. |
|
11 | Farið avstað nakin og vanærd, tit, sum í Sjafir búgva! Tey, sum í Za’anan búgva, vága sær ikki út. Sorgarrópini í Bet-Ezel gera tykkum tað ómøguligt at verða har. |
|
12 | Tí tey, sum í Marot búgva, ringjast av sorg um lukku sína, sum tey hava mist; vanlukka er jú komin niður frá HARRANUM, líka at portri Jerúsalems. |
|
13 | Setið hestarnar fyri vagnin, tit, sum í Lakis búgva! Upphav syndarinnar vart tú dóttur Zion; tí hjá tær vórðu misbrot Ísraels funnin. |
|
14 | Tí noyðist tú at lata Moreset-Gat fáa skilnaðargávu; húsini í Akzib verða kongum Ísraels sum svikaligur løkur. |
|
15 | Eina ferð enn skal Eg senda tykkum ránsmann, tit, sum í Maresa búgva! Til Adullam skal dýrd Ísraels koma. |
|
16 | Raka hárið av tær, klipp tað burtur, í sorg um børn tíni, sum vóru gleði tín! Ger høvd títt so skallut sum høvd gripsins - tí tey fara hertikin burt frá tær! |
|
|