Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Obadias
1 Sjón Obadiasar. So sigur Harrin HARRIN um Edom: Tíðindi hava vit hoyrt frá HARRANUM, og boð eru send út millum heidningafólkini: Upp - ja, latið okkum reisa okkum til stríð móti tí!
2 Lítlan skal Eg gera teg millum heidningafólkini; tú skalt verða stórliga vanvirdur.
3 Hugmóð hjarta tíns hevur dárað teg, tú, sum býrt í bergskorum, sum situr so høgt uppi, tú, sum sigur í hjarta tínum: "Hvør er mentur at stoyta mær til jarðar!"
4 Um tú so gert tær reiður høgt uppi, sum ørnin, ja, um tað so er gjørt millum stjørnurnar, skal Eg stoyta tær oman haðani - sigur HARRIN.
5 Táið tjóvar koma á teg, ella ránsmenn á náttartíð - ja, hvussu verður tú ikki lagdur í oyði! Sanniliga, teir fara at stjala, so nógv sum teir lystir! Táið teir koma á teg, sum vilja heysta vín títt - sanniliga, lítið skal vera at heysta eftir teir!
6 - Hvussu verður ikki Esau rannsakaður, hvussu verður ikki leitað eftir loyndu skattum hansara!
7 Líka út at landamarkinum reka teir teg, allir teir, sum vóru í felagi við tær; góðu vinir tínir svíkja teg og verða tær ov sterkir; menninir, sum eta breyð títt, seta snerru fyri teg. - Einki vit er í honum!
8 Skal Eg ikki tann dag - sigur HARRIN - gera enda á øllum vísmonnum Edoms og á øllum viti á Esausfjøllum!
9 Kappar tínir, Teman, skulu missa mótið, so at hvør maður verður dripin og týndur á Esausfjøllum.
10 Aftur fyri yvirgangsverk tíni móti bróður tínum, Jákupi, skal skomm fjala teg, og tú skalt til ævigar tíðir verða týndur -
11 aftur fyri at tú stóðst og hugdi at, táið fremmandir rændu góðs hansara, og útlendingar fóru inn í portur hansara; táið teir kastaðu lut um Jerúsalem, vart tú eisini sum ein teirra.
12 Men hygg ikki fróur á dag bróður tíns, á vanlukkudag hansara, og gleðst ikki yvir Judamenn undirgangsdag teirra! Lat ikki stór orð fara tær av munni neyðardag teirra!
13 Far ikki inn um portur fólks Míns, tann dag tey eru í neyð! Hygg ikki eisini tú fróur á vanlukku teirra, tann dag tey eru í neyð, og legg ikki hond á góðs teirra, tann dag tey eru í neyð!
14 Statt ikki á vegamótum til at fella tey av fólki Mínum, sum undan eru sloppin, og gev ikki tey av teimum, sum flýggja, upp í hendur fíggindans neyðardagin!
15 Tí nær er dagur HARRANS yvir øllum tjóðum; sum tú hevur gjørt, so skal verða gjørt við teg; verk tíni skulu falla aftur á títt egna høvd.
16 Tí eins og tit hava drukkið á heilaga fjalli Mínum, so skulu allar tjóðir drekka og aldri halda uppat; tær skulu drekka og sløðra og verða, sum tær aldri høvdu verið til.
17 Men á Zionsfjalli skal vera flokkur av undanslopnum, og tað skal vera heilagt; og hús Jákups skal fáa aftur ognir sínar.
18 Hús Jákups skal verða eldur, hús Jósefs logi, og hús Esaus skal verða hálmur; tey skulu seta eld á tað og oyða tað, og eingin skal vera eftir av húsi Esaus - tí HARRIN hevur talað.
19 Tey, sum í Suðurlandinum búgva, skulu taka Esausfjøll í ogn, og tey, sum á slættanum búgva, skulu taka Filistaraland; tey skulu taka Efra’imsland og Samarialand í ogn, og Benjamin skal taka Gilead.
20 Tey av hesum heri Ísraels, sum flutt eru burt hertikin, skulu taka tað í ogn, sum Kána’anitar eiga, líka til Zarepta; og hini herleiddu úr Jerúsalem, sum eru í Sefarad, skulu taka í ogn býir Suðurlandsins.
21 Frelsarar skulu fara niðan á Zionsfjall og døma Esausfjøll. - Og ríkið skal hoyra HARRANUM til.