Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jóel
Kapittul 1
123
1 Orð HARRANS, ið kom til Jóel, son Petuel.
2 Hoyrið hetta, tit gomlu! Lurtið eftir, øll, sum í landinum búgva! Hevur slíkt hent á døgum tykkara, ella á døgum fedra tykkara!
3 Tit skulu siga børnum tykkara frá tí, børn tykkara sínum børnum, og børn teirra næsta ættarliðinum.
4 Tað, ið gnagarin leivdi, át grashoppan upp; tað, ið grashoppan leivdi, át bítarin upp, og tað, ið bítarin leivdi, át skavarin upp.
5 Vaknið, tit druknu, og grátið! Venið tykkum, allir, ið drekka vín! Tí vínberjaløgurin er ryktur burtur frá munni tykkara.
6 Tí tjóð er komin móti landi Mínum, sterk og óteljandi; tenn hennara eru sum leyvutenn, hon hevur jakslir sum honleyvan.
7 Hon hevur so heilt gjørt enda á víntrøum Mínum, brotið fikutrø Míni; hon hevur gjørt tey púra ber og kastað tey burt; greinar teirra eru vorðnar hvítar.
8 Vena teg sum moyggj, ið gongur í syrgibúna eftir ungdómsbrúðgóm sín!
9 Matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi HARRANS; prestarnir, tænarar HARRANS, syrgja.
10 Markin er oydd, akurlandið syrgir; tí kornið er oytt, vínið er tornað upp, og oljan er horvin.
11 Bøndurnir eru vónbrotnir, víngarðsmenninir vena seg; tí hveitin og byggið, grøðin á markini er farin fyri einki.
12 Víntræið er tornað burtur, og fikutræið er følnað; granateplatræið, pálmin og eplatræið - øll trøini á markini - eru tornað burtur, ja, øll gleði er horvin frá menniskjabørnunum.
13 Latið tykkum í syrgibúna og gremjið tykkum, tit prestar! Venið tykkum, tit, ið gera tænastu við altarið! Farið inn og sitið alla náttina í syrgibúna, tit tænarar Guds míns! Tí matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi Guds tykkara.
14 Lýsið heilaga føstu, boðið hátíðarstevnu, fáið saman hinar elstu, ja, allar, sum í landinum búgva, í húsi HARRANS Guds tykkara, og rópið til HARRAN!
15 Vei okkum - á tann dagur! Dagur HARRANS er nær og kemur sum oyðing frá hinum Alvalda.
16 Sóu vit ikki føðina fara fyri einki, gleði og frøi svinna úr húsi Guds okkara!
17 Frækornini liggja skorpnað undir moldbøkkunum; goymslurnar eru oyddar, løðurnar niðurbrotnar, tí kornið er tornað burtur.
18 Sum kríatúrini geva seg! Neytafylgini renna rødd um, tí tey vita ongastaðni at eta; eisini seyðafylgini noyðast at líða neyð.
19 Til Tín, HARRI, rópi eg! Tí eldur hevur oytt beitini í oyðimørkini, og login hevur sviðið øll trø á markini.
20 Um tað so eru dýrini á markini, rópa tey til Tín; tí løkirnir eru upptornaðir, og eldur hevur oytt haglendið í oyðimørkini.