Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hásongurin
Kapittul 8
1234567 8
1 "Á, hevði tú verið mær sum bróðir, ið hevði sogið bróst móður mínar! Um eg tá hitti teg úti, skuldi eg kyst teg, og eingin skuldi vanvirt meg fyri tað.
2 Eg skuldi leitt teg, eg skuldi farið við tær inn í hús móður mínar, og tú skuldi lært meg; eg skuldi skonkt tær kryddvín, løgin av granateplatræi mínum.
3 - Vinstra hond hansara er undir høvdi mínum, og høgri hansara tekur meg í favn.
4 - Eg bøni tykkum, døtur Jerúsalems: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!"
5 "Hvør er hon, ið kemur higar úr oyðimørkini, styðjandi seg at vini sínum?" - "Undir eplatrænum vakti eg teg, har føddi móðir tín teg við kvøl, har føddi hon teg við kvøl, hon, sum átti teg.
6 Hav meg sum innsiglisring við hjarta títt, sum innsiglisring um armin! Tí sterkur sum deyðin er kærleiki, harður í tráan síni sum deyðaríkið; gløður hansara eru sum eldsgløður, logi HARRANS.
7 Størstu vøtn eru ikki ment at sløkkja kærleikan, áarstreymar eru ikki mentir at skola hann burtur. Um so ein vildi latið fyri kærleika alt, hann átti í húsinum, hevði hann bert verðið vanvirdur."
8 "Vit hava lítla systur, sum ikki hevur bróst enn. Hvat skulu vit gera við systur okkara, tann dag ein kemur at biðja um hana?"
9 "Er hon múrur, byggja vit silvurtindar á hann; er hon dyr, steingja vit tær við sedrisstokki."
10 "Eg eri múrur, og bróst míni eru torn. So varð eg í eygum hansara sum ein, ið finnur frið."
11 Sálomo hevði víngarð í Ba’al-Hamon; henda víngarð læt hann nakrar fáa í varðveitslu; fyri ávøkst hansara skuldu teir geva honum túsund seklar av silvuri hvør.
12 Víngarð mín havi eg fyri meg sjálvan; hinir túsund seklarnir hoyra tær til, Sálomo, tvey hundrað teimum, ið røkta ávøkst hansara.
13 " - Tú, sum býrt í urtagørðunum! Vinir lurta eftir rødd tíni; lat meg hoyra hana!"
14 "Flýggja, vinur mín! Ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllum við angandi urtum!"