Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hásongurin
Kapittul 7
123456 78
1 "Sum fótur tín stígur vakurt í skógvinum, tú høvdingadóttir! Lendar tínar rundast sum hálsband, handaverk listarmanna.
2 Fang títt er sum rund skál; hevði tí aldri fattast vín! Miðja tín er sum hveitidungi við liljum rundanum.
3 Bróst tíni eru sum lambapar, skóggeitartvíburar.
4 Hálsur tín er sum fílabeinstornið, eygu tíni sum hyljarnir í Hesbon við Batrabbimsportur, nøs tín sum Libanonstorn, ið hyggur móti Damaskus.
5 Høvd títt er sum Karmel, og lokkarnir á tí eru sum purpur; kongurin er fangaður í teimum!
6 Sum tú ert vøkur, sum tú ert yndislig, tú hin elskaða, fagra!
7 Vøkstur tín líkist pálma, og bróst tíni eru sum vínber.
8 Eg sigi: Eg fari upp í pálman, taki í greinar hansara; bróst tíni skulu vera sum berini á víntrænum, andi tín sum angin av súreplum,
9 gómi tín sum besta vín." "Ja, sum gongur væl niður hjá vini mínum og vætir varrarnar á sovandi!
10 Eg hoyri vini mínum til, og til mín stendur trá hansara.
11 Kom, vinur mín, lat okkum fara út á markina, lat okkum verða í bygdunum í nátt!
12 Lat okkum árla fara í víngarðarnar, lat okkum vita, um víntræið er farið at spretta, um blómurnar eru útsprungnar, og granateplatrøini blóma! - Har skal eg geva tær kærleik mín.
13 Tað angar av kærleikseplunum; og fyri durum okkara eru alskyns ávøkstir, bæði nýggir og gamlir. - Vinur mín, eg havi goymt tær teir!"