Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hásongurin
Kapittul 3
12 345678
1 "Á legu míni um náttina leitaði eg eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki.
2 [Tá segði eg:] "Eg skal fara upp og ganga um í staðnum, á gøtunum og torgunum; eg skal leita eftir honum, ið sál mín elskar!" - Eg leitaði, men fann hann ikki.
3 Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg. [Eg segði við teir:] "Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?"
4 Eg var ikki meir enn farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; eg tók í hann og slepti honum ikki, fyrrenn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar, inn í kamar hennara, sum føddi meg.
5 Eg bøni tykkum, døtur Jerúsalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!"
6 Hvat er tað, ið kemur higar úr oyðimørkini í roykstólpum, angandi av myrra og roykilsi, av alskyns keypmanskryddurtum?
7 Hygg, tað er beristólur Sálomos við seksti køppum rundanum, køppum Ísraels!
8 Allir eru teir vápnaðir við svørði, vandir í hernaði; hvør og ein ber svørð við liðina móti náttaræðslunum.
9 Sálomo kongur læt gera sær beristól úr viði av Libanon.
10 Stólpar hansara læt hann gera av silvuri, bakið av gulli, setrið av purpuri; innan er hann prýddur í kærleika av døtrum Jerúsalems.
11 Døtur Zions, farið út og síggið Sálomo kong við krúnuni, ið móðir hansara hevur krýnt hann við brúdleypsdag hansara, gleðidag hjarta hansara!