1 | Hásongurin. Eftir Sálomo. |
|
2 | "Hann kyssi meg, kyssi meg við munni sínum! Tí kærleiki tín er betri enn vín. |
|
3 | Søtur er angin av smyrslum tínum, navn títt er úthelt olja; tí elska moyggjar teg. |
|
4 | Drag meg! Við skundi skulu vit fylgja tær. Kongurin tók meg inn í kømur síni. Vit skulu frøa og gleða okkum í tær, vit skulu prísa kærleika tínum meir enn víni; av sonnum hjarta elska tær teg. |
|
5 | Svørt eri eg, men yndislig kortini, tit døtur Jerúsalems, sum tjøld Kedars, sum tjaldteppi Sálomos. |
|
6 | Hyggið ikki at mær, fyri tað at eg eri so svørt, fyri tað at eg eri so brend av sólini! Synir móður mínar vórðu illir við meg, teir settu meg at røkta víngarðarnar, mín egna víngarð havi eg ikki røktað. |
|
7 | Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar røktar tú fylgi títt? Hvar letur tú tað hvíla um middagin? Hví skal eg ganga sum vilst kvinna hjá fylgjum felaga tína?" |
|
8 | "Veitst tú tað ikki, tú hin vakrasta av kvinnum, so far bert avstað í sporum fylgisins og røkta geitalomb tíni við tjøld hirðanna! |
|
9 | Við gangararnar fyri vagni Faraos líkni eg teg, elskaða mín! |
|
10 | Yndisligar eru kinnar tínar undir ketunum, hálsur tín í perlurøðunum. |
|
11 | Gullketur skulu vit gera tær við silvurkúlum á." |
|
12 | "So leingi sum kongurin sat við borð sítt, gav nardus mítt góðan anga. |
|
13 | Vinur mín er mær myrrapungur, sum eg beri í barminum. |
|
14 | Vinur mín er mær tyssi av syprisberum úr víngørðunum í En-Gedi." |
|
15 | "Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur." |
|
16 | "Sum tú ert vakur, vinur mín, sum tú ert lívsælur! Og lega okkara er grøn. |
|
17 | Bjálkarnir í húsi okkara eru sedrisviður, tað er bróstað við syprisviði." |
|
|