Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 147
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
grøðir
1 Halleluja! Ja, tað er gott at lovsyngja Gudi okkara, ja, tað er lívsælt, lovsongur sømir seg.
2 HARRIN byggir Jerúsalem upp aftur, Hann savnar hini spjaddu av Ísrael saman aftur;
3 Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra;
4 Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn.
5 Harri okkara er stórur og veldigur í megi, vit Hansara stendur ikki til at meta.
6 HARRIN heldur eyðmjúkum uppi, men boyggir gudleys til jarðar.
7 Syngið fyri HARRANUM við tøkk, lovsyngið Gudi okkara við sitara,
8 Honum, sum fjalir himmalin við skýggjum, letur jørðina fáa regn, letur grógva gras á fjøllunum,
9 Honum, sum gevur fænum føði, ravnaungunum, ið rópa!
10 Honum líkar ikki sterkar hestar, Hann hevur ikki tokka til kvikan mann;
11 nei, HARRIN hevur tokka til teirra, sum óttast Hann, sum bíða eftir náði Hansara.
12 Prísa HARRANUM, Jerúsalem, lova Gudi tínum, Zion!
13 Tí Hann ger porturstengur tínar sterkar, Hann signar børn tíni í tær;
14 landamarkum tínum gevur Hann frið, mettar teg við bestu hveiti;
15 Hann sendir boð Sítt til jarðar, skjótt rennur orð Hansara avstað;
16 Hann gevur kava sum ull, stroyir út rím sum øsku;
17 Hann kastar hegling Sín sum breyðmolar; hvør kann standa fyri frosti Hansara!
18 Aftur sendir Hann orð Sítt; tá tiðnar ísurin; Hann letur vind Sín blása; tá renna vøtnini.
19 Hann hevur kunngjørt Jákupi orð Sítt, Ísrael boð Síni og lógir Sínar;
20 tað hevur Hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð; lógir Hansara kenna tær ikki. - Halleluja!