17. november 2006 kom Nýggja Testamentið út í MP3 sniði á fløgu.
Í 1992 kom Nýggja Testamentið út á ljóðbondum. Upplesarar vóru: Árni av Reyni og Heri Jacobsen. Nú er Bíbliugrunnurin fegin um at bjóða somu útgávu í MP3 sniði. Áðrenn upptøkurnar eru gjørdar til MP3, eru tær reinsaðar, so ljóði er klárt og vælljóðandi.
NT í MP3 er sera hent til teirra, ið hava veika sjón ella sum eitt nú eru á ferð og ynskja at lurta eftir orðinum ella tann, ið ynskir at kenna Nýggja Testamenti, men ikki hevur umstøður ella orku til at lesa. Við tað, at útgávan er í MP3, er lætt at lurta eftir útgávuni á MP3-spælarum, flestu DVD-spælarum, iPod, nógvum fartelefonum, farteldum, umframt at fløguspælarnir í nýggjum bilum oftani kunnu spæla MP3.
Hon fært til keyps fyri umleið 199.kr (vegleiðandi prísur).
Fylgjandi handlar selja fløguna:
H.N.Jacobsens Bókhandil, Tórshavn - www.hnj.fo Hjalmar Jacobsens Bókhandil, Tórshavn - Expert í SMS, Tórshavn - www.expert.fo ALFA Bókhandil, Klaksvík - Logos Bókhandil, Tórshavn - www.logos.fo Vitin, Runavík EVR - www.evr.fo

|