|
|
|
|
| Les Bíbliuna á fartelefonini |
| Bíblian á fartelefon/WAP
Sum ein liður í at gera Bíbliuna so lætt tilgongiliga sum gjørligt hevur Bíbliugrunnurin eisini Bíbliuna tøka í WAP-sniði soleiðis, at tað er gjørligt við flestu fartelefonunum, ið hava møguleika fyri dátaflutningi (WAP/GPRS), at lesa í Bíbliuni.
WAP-Bíblian liggur á slóðini wap.biblian.fo . Gevið gætur at tað eru fleiri fartelefonir, ið kunnu hava trupulleikar at nýta allar møguleikarnar í Bíbliuni á WAP. Eisini ber til at koma inn á WAP-Bíbliuna gjøgnum VAPP hjá Vodafone og FLAGS hjá Føroya Tele.
Verandi fyrsta útgáva, sum gjørdist tøk í september 2006, er lutfalsliga einføld og hevur ikki heilt somu møguleikar som netútgávan, men er ætlanin at halda á við at menna tænasturnar, so hvørt umstøður eru til tess og annars at fartelefonirnar gerast betri. Hava tit spurningar, viðmerkingar ella annað eru tit vælkomin at skriva til Bíbliugrunnin á biblian(kurla)biblian.fo ella við at fara undir Viðmerkingar/Hugskot.
|
|
|
|
|