Leita í Bíbliuni
Leita í
Einfřld leiting        Leitihjálp





Um Bíbliugrunnin

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin varð settur á stovn tann 28. november 1948, og fýra mánaðir seinni tann 19. mars 1949 kom øll Bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum í týðing Victor Danielsens (1894 - 1961).

Tá vóru eini 20 ár liðin síðani Victor fór undir at týða og geva út partar av Bíbliuni. Nýggja Testamentið kom út í 1937.

Í 1974 kom endurskoðað útgáva við nøkrum fáum málsligum tillagingum.

Bíblian fæst í trimum vanligum støddum - lummastødd, miðal og stórari - umframt eisini við stórari skrift fyri sjónveik, sum kom út í 1987.

Í 1992 varð Nýggja Testamentið lisið inn á 15 ljóðbond, sum tað tekur góðar 20 tímar at lurta eftir.

Bíbliugrunnurin hevur higartil givið Bíbliuna út í 44.000 eintøkum umframt eitt stórt tal av Nýggja Testamentum.

Endurprent av Bíbliuni kom til landið í juli 2005 og er tøkt í bókabúðunum.

Í september 2006 er Bíblian gjørd tøk til brúk á fartelefonum, ið hava møguleika fyri dátaflutningi (GPRS) - sí nærri á wap.biblian.fo

Í november 2006 er Nýggja Testamentið í ljóðútgávu tøkt á fløgu í MP3 sniði.

Bíbliugrunninurin kann hittast á:

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin
Boks 69
FO-110 Tórshavn
Tel: 21 48 52
t-post: biblian(kurla)biblian.fo

Útgávurnar hjá Bíbliugrunninum fáast á fylgjandi støðum:

Streymoy:
- Logos Kristiligur Bókhandil, J. Nolsøesgøta 17, tel 31 23 72 - www.logos.fo (online keyp)
- H. N. Jacobsens Bókahandilm, Vaglið 1, 100 Tórshavn, tel 311 036
- Hjalmar Jacobsens Bókhandil, N. Finsensgøta 14, 100 Tórshavn, tel 311 584
- Bókasølan í SMS, tel 31 95 75,
- Luthers Bókhandil, Landavegur 20, 100 Tórshavn tel 31 45 62

Norðoyggjar:
- Alfa Bókahandil, N. Pálsgøta 2, 700 Klaksvík, tel 455533
- Jógvan Tróndheim, Stangavegur, FO-700 Klaksvík, 455202

Eysturoy:
- Richard Danielsen, Fuglafirði 444 015
- Vitin, Heiðavegur, FO-600 Saltangará 449162
- Bókabúðin, Heiðavegur, FO-600 Saltangará 44 78 78, 44 92 92

Vágoy:
- P/F John Poulsen, handil, FO-350 Vatnsoyrar, tel 332034

Suðuroy:
- Suðuroyar Heimavirki, Vágur 373960