1 | "Hetta eru boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt mær at læra tykkum, og sum tit skulu liva eftir í landinum, sum tit fara yvir í og skulu taka í ogn - |
|
2 | so tú skalt óttast HARRAN Gud tín og akta eftir øllum lógum og boðum Hansara, sum eg gevi tær, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín, allar dagar tú livir - tá skulu dagar tínir verða mangir. |
|
3 | Hoyr tí, Ísrael, og akta væl eftir at halda tey, so tær kann gangast væl, og tit kunnu vaksa stórliga í tali - soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær - í landi, sum flýtur í mjólk og hunangi! |
|
4 | Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein. |
|
5 | Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni. |
|
6 | Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum; |
|
7 | tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp; |
|
8 | tú skalt binda tær tey sum tekin á hondina, og tey skulu vera tær sum minnisseðil á pannuni; |
|
9 | tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni. |
|
10 | Táið HARRIN Gud tín leiðir teg inn í landið, sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva tær - stórar og góðar býir, sum tú ikki hevur bygt, |
|
11 | hús, full av øllum góðum, sum tú ikki hevur savnað, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur plantað - táið tú tá etur og verður mettur, |
|
12 | varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum! |
|
13 | HARRAN Gud tín skalt tú óttast, Hann skalt tú dýrka, og um navn Hansara skalt tú svørja. |
|
14 | Tit mugu ikki halda tykkum til aðrar gudar - til nakran av gudum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva; |
|
15 | tí álvarsamur Gud er HARRIN Gud tín, sum hjá tær býr - annars skal vreiði HARRANS Guds tíns tendrast móti tær, og Hann skal oyða teg av jørðini. |
|
16 | Tit mugu ikki freista HARRAN Gud tykkara, sum tit freistaðu Hann í Massa. |
|
17 | Tit skulu akta eftir boðum HARRANS Guds tykkara, vitnisburðum Hansara og fyriskipanum Hansara, sum Hann hevur givið tær. |
|
18 | Tú skalt gera tað, ið rætt og gott er í eygum HARRANS, so tær kann gangast væl, og tú kanst koma inn í hitt góða land, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tínum, og taka tað í ogn, |
|
19 | við tað at Hann rekur út fyri tær allar fíggindar tínar - soleiðis sum HARRIN hevur sagt. |
|
20 | Táið sonur tín í framtíðini spyr teg: "Hvussu er tað við vitnisburðunum, fyriskipanunum og boðunum, ið HARRIN Gud okkara hevur givið tykkum?" |
|
21 | skalt tú svara syni tínum: "Vit vóru trælir hjá Farao í Egyptalandi; men HARRIN leiddi okkum við sterkari hond út av Egyptalandi. |
|
22 | HARRIN gjørdi stór og oyðandi tekin og undur í Egyptalandi við Farao og alt hús hansara, beint fyri eygum okkara. |
|
23 | Men okkum leiddi Hann út haðani, til at føra okkum inn í landið, sum Hann við eiði hevði lovað fedrum okkara, og geva okkum tað. |
|
24 | HARRIN álegði okkum at halda allar hesar lógir - at óttast HARRAN Gud okkara, so okkum kundi gangast væl allar dagar, og Hann kundi halda okkum á lívi - soleiðis sum eisini higartil hevur verið. |
|
25 | Tað skal roknast okkum til rættvísi, táið vit akta væl eftir at halda øll hesi boð fyri ásjón HARRANS Guds okkara - soleiðis sum Hann hevur álagt okkum."" |
|
|