1 | "Hoyr nú, Ísrael, lógirnar og boðini, ið eg læri tykkum at halda, so tit kunnu liva og koma inn í landið, sum HARRIN Gud fedra tykkara gevur tykkum, og taka tað í ogn! |
|
2 | Tit mugu einki leggja aftrat boðunum, ið eg gevi tykkum, ei heldur taka nakað burturav, nei, tit skulu halda boð HARRANS Guds tykkara, sum eg gevi tykkum! |
|
3 | Tit hava við egnum eygum sæð tað, ið HARRIN gjørdi, táið hatta hendi við Ba’al-Peor: Hvønn ein mann, ið helt seg til Ba’al-Peor, týndi HARRIN Gud tín úr fólki tínum; |
|
4 | men tit, ið hildu tykkum til HARRAN Gud tykkara, tit liva allir, tann dag í dag. |
|
5 | - Nú, eg havi lært tykkum lógir og boð, so sum HARRIN Gud mín álegði mær - fyri at tit skulu gera eftir teimum í landinum, sum tit fara inn í og skulu taka í ogn. |
|
6 | Tit skulu halda tey og gera eftir teimum; tað skal verða vísdómur og vit tykkara í eygum annara tjóða; tí táið tær fáa at hoyra um allar hesar lógir, fara tær at siga: "Sanniliga er hetta eitt víst og vitigt fólk, hetta stóra fólk!" |
|
7 | - Tí hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur gudar, ið eru tí nær, sum HARRIN Gud okkara er okkum, so ofta sum vit kalla á Hann! |
|
8 | Og hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur slíkar rættvísar lógir og slík rættvís boð sum alla hesa lóg, ið eg leggi fram fyri tykkum í dag! |
|
9 | Men tú mást ansa tær og varða teg væl, so tú gloymir ikki tað, ið eygu tíni hava sæð, og tað víkur ikki frá hjarta tínum, so leingi sum tú livir - nei, tú skalt siga børnum og barnabørnum tínum frá tí! |
|
10 | Gloym ikki hin dag, táið tú stóðst fyri ásjón HARRANS Guds tíns við Horeb - táið HARRIN segði við meg: "Kalla Mær fólkið saman! Eg skal lata tey hoyra orð Míni, so tey kunnu læra at óttast Meg, so leingi sum tey liva á jørðini, og læra børn síni tað við!" |
|
11 | Tá stigu tit fram og stóðu undir fjallinum, meðan fjallið stóð í brennandi loga líka upp til himmals, og myrkur, skýggj og niða vóru rundanum. |
|
12 | HARRIN talaði við tykkum mitt út úr eldinum; tit hoyrdu orðini, men Hann, ið talaði, sóu tit ikki - tit hoyrdu bert eina rødd. |
|
13 | Tá kunngjørdi Hann tykkum sáttmála Sín, sum Hann beyð tykkum at halda, hini tíggju orðini, og Hann skrivaði tey á tvær steintalvur. |
|
14 | Mær beyð HARRIN tá at læra tykkum lógir og boð, sum tit skulu liva eftir í landinum, sum tit nú skulu fara yvir í og taka í ogn. |
|
15 | Ansið tykkum tí nú væl, so satt sum tit hava lív tykkara kært - tí tit sóu ikki Hann, ið talaði, tann dag ið HARRIN talaði við tykkum á Horeb mitt út úr eldinum - |
|
16 | so tit gera ikki slíka synd, at tit evna tykkum til nakra útskorna mynd, avgudamynd av nøkrum slagi, sum líkist manni ella kvinnu |
|
17 | ella onkrum fýrføttum dýri á jørðini, onkrum fugli við veingjum, sum undir himli flýgur, |
|
18 | onkrum dýri, ið á jørðini skríður ella onkrum fiski í vatninum undir jørðini! |
|
19 | Táið tú lyftir eygum tínum móti himli og sært sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himmalsins, varða teg tá, at tú letur teg ikki dára, so tú tilbiður og dýrkar tey - tey, ið HARRIN Gud tín hevur givið øllum tjóðum undir øllum himlinum! |
|
20 | Men tykkum hevur HARRIN tikið og leitt út úr jarnovninum, av Egyptalandi, fyri at tit skuldu vera ognartjóð Hansara - sum tit nú eru. |
|
21 | Men HARRIN varð vreiður við meg fyri tykkara skuld og svór, at eg skuldi ikki sleppa at fara um Jordan og ikki koma inn í hitt góða land, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga. |
|
22 | Tí eg má doyggja her í hesum landi, eg komi ikki um Jordan; men tit skulu fara yvir um og taka hetta góða land í ogn. |
|
23 | Varðið tykkum tí, so tit gloyma ikki sáttmála HARRANS Guds tykkara, sum Hann hevur gjørt við tykkum, og gera tykkum skurðmynd av onkrum slagi! Tí tað hevur HARRIN Gud tín forboðið tær! |
|
24 | HARRIN Gud tín er oyðandi eldur, álvarsamur Gud. |
|
25 | Táið tú fært børn og barnabørn, og tit verða gomul í landinum, og tit tá spilla tykkum so, at tit gera tykkum skurðmyndir av onkrum slagi og soleiðis gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS Guds tykkara, og eggja Hann til vreiði, |
|
26 | so - eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum - skulu tit vissuliga skjótt verða týnd úr landinum, sum tit nú fara um Jordan yvir í og skulu taka í ogn; tit skulu ikki liva har mangar dagar, men verða heilt oydd. |
|
27 | HARRIN skal spjaða tykkum millum fólkini, so bert lítil flokkur verður eftir av tykkum millum heidningafólkini, ið HARRIN rekur tykkum burtur til. |
|
28 | Har skulu tit dýrka gudar, ið gjørdir eru av mannahond - træ og stein - sum hvørki síggja, hoyra, eta ella lukta. |
|
29 | Har skulu tit søkja HARRAN Gud tykkara, og tú skalt finna Hann, táið tú søkir Hann av øllum hjarta tínum og allari sál tíni. |
|
30 | Táið tú ert í neyð, og alt hetta kemur yvir teg - á síðstu døgum - tá skalt tú venda við til HARRAN Gud tín og hoyra rødd Hansara. |
|
31 | Tí HARRIN Gud tín er miskunnsamur Gud; Hann skal ikki sleppa tær og ikki lata teg ganga til grundar; Hann skal ikki gloyma sáttmálan við fedrar tínar, sum Hann svór teimum. |
|
32 | Tí spyr bert um dagarnar, ið farnir eru, sum vóru fyri tína tíð, líka frá tí degi ið Gud skapti menniskjuni á jørðini - spyr frá øðrum enda á himli at øðrum, um nakað so stórt sum hetta hevur hent ella hevur verið hoyrt um, |
|
33 | um nøkur tjóð hevur hoyrt rødd Guds tala mitt út úr eldinum - so sum tú hevur hoyrt - og tó livað, |
|
34 | ella um nakar gudur hevur boðið til at koma og taka sær eitt fólk mitt út úr einum øðrum fólki við plágum, teknum og undrum, við kríggi, við sterkari hond og útrættum armi og stórum, øgiligum verkum - soleiðis sum tú við egnum eygum hevur sæð, at HARRIN Gud tykkara gjørdi við tykkum í Egyptalandi! |
|
35 | Hetta hevur tú alt fingið at síggja, fyri at tú skalt vita, at HARRIN, Hann er Gud, og eingin uttan Hann eina. |
|
36 | Av himli hevur Hann latið teg hoyra rødd Sína fyri at læra teg, á jørðini hevur Hann latið teg síggja stóra eld Sín, og orð Hansara hevur tú hoyrt mitt út úr eldinum. |
|
37 | Av tí at Hann elskaði fedrar tínar og útvaldi eftirkomarar teirra eftir teir, so leiddi Hann teg sjálvur við stóru kraft Síni út av Egyptalandi, |
|
38 | til at reka út fyri tær fólk, ið eru størri og sterkari enn tú, og leiða teg inn og geva tær land teirra at eiga - soleiðis sum nú er sannað. |
|
39 | Tí skalt tú í dag vita og leggja tær á hjarta, at HARRIN, Hann er Gud, bæði í Himli haruppi og á jørðini herniðri - Hann og eingin annar. |
|
40 | Og tú skalt akta eftir lógum og boðum Hansara, sum eg í dag gevi tær, so tær kann gangast væl, og børnum tínum eftir teg, og tú kanst liva mangar dagar í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga til ævigar tíðir!" |
|
41 | Um hesa tíðina skilti Móses út tríggjar býir hinumegin Jordan, eystan fyri, |
|
42 | fyri at manndrápari, sum av misgáum hevði dripið næsta sín - uttan at hava borið hatur til hansara frammanundan - kundi flýggja hagar, til ein av hesum býum, og bjarga lívinum; |
|
43 | tað vóru: Bezer í oyðimørkini á slættlendinum fyri Rubenitar, Ramot í Gilead fyri Gaditar og Golan í Basan fyri Manassitar. |
|
44 | Hetta er lógin, ið Móses legði fram fyri Ísraelsmenn; |
|
45 | hetta eru vitnisburðirnir, fyriskipanirnar og boðini, ið Móses kunngjørdi Ísraelsmonnum, táið teir vóru farnir út av Egyptalandi, |
|
46 | hinumegin Jordan, í dalinum beint yvir av Bet-Peor, í landinum, sum Sihon amoritakongur hevði átt, hann, sum búði í Hesbon, og sum Móses og Ísraelsmenn vunnu á, táið teir komu úr Egyptalandi; |
|
47 | tá tóku teir bæði land hansara og land Ogs, basankongs - land beggja amoritakonga hinumegin Jordan, eystan fyri, |
|
48 | frá Aroer, ið liggur við Arnoná - á áarbakkanum - líka til fjallið Sion, tað er Hermon, |
|
49 | og alt slættlendið hinumegin Jordan, eystan fyri, líka at vatninum á slættlendinum undir Pisgalíðum. |
|
|