1 | "Tú mást ikki ofra HARRANUM Gudi tínum nakað kríatúr av neytum ella smáfæi, sum hevur lýti ella mein; tí slíkt er HARRANUM Gudi tínum andstygd. |
|
2 | Táið onkustaðni hjá tær, í einum av býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, er maður ella kvinna, sum ger tað, ið ónt er í eygum HARRANS Guds tíns, so hann brýtur sáttmála Hansara |
|
3 | og móti boði Mínum fer og dýrkar aðrar gudar og tilbiður teir ella sólina, mánan ella allan her himmalsins, |
|
4 | og hetta verður sagt tær, so tú fært at frætta tað, tá skalt tú granska tað gjølla, og er tað tá satt, er tað vist og vitnisfast, at nakað so viðurstyggiligt er gjørt í Ísrael, |
|
5 | so skalt tú leiða mannin ella kvinnuna, ið hesa illgerð hevur gjørt, út at býportrinum, og - tað veri nú maður ella kvinna - tú skalt steina tey til deyða. |
|
6 | Eftir tí, ið tvey ella trý vitni siga frá, skal hann lata lív, sum deyðasøk er ímóti; hann skal ikki lata lív bert eftir tí, ið eitt vitni sigur. |
|
7 | Fyrst skulu vitnini lyfta hondini til at taka hann av døgum, og síðani alt fólkið; soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda frá tær. |
|
8 | Táið okkurt mál er tær ov svárt at døma í - tað veri nú drápsmál, træta um ognarrætt, mál um kropsmein ella okkurt annað, sum søk kann koma um í býum tínum - tá skalt tú gera teg til og fara til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur; |
|
9 | og tú skalt venda tær til hinar levitisku prestar og til hansara, sum tá er dómari, og spyrja teir til ráðs; so skulu teir siga tær, hvussu dømast skal í málinum. |
|
10 | Tú skalt halda teg eftir avgerðini, ið teir kunngera tær av staðnum, ið HARRIN útvelur; í einum og øllum skalt tú síggja til at gera, sum teir læra teg. |
|
11 | Eftir leiðbeiningini, ið teir geva tær, og eftir dóminum, ið teir kunngera tær, skalt tú gera; tú mást ikki víkja frá tí, sum teir siga tær, hvørki til høgru ella til vinstru. |
|
12 | Tann maður, sum vágar sær ikki at lurta eftir prestinum, ið stendur har og ger tænastu fyri HARRANUM Gudi tínum, ella eftir dómaranum, tann maður skal doyggja; soleiðis skalt tú beina burt hitt illa úr Ísrael. |
|
13 | Og tað skal spyrjast millum alt fólkið, so ótti fellur á tey, og tey vága sær ikki slíkt uppaftur. |
|
14 | Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, og hevur tikið tað í ogn og búsett teg har - um tú tá sigur: "Eg fari at seta kong yvir meg, eins og øll fólkini rundan um meg hava!" |
|
15 | so skalt tú seta hann til kong yvir teg, sum HARRIN Gud tín útvelur; ein av brøðrum tínum skalt tú seta til kong yvir teg; tú mást ikki seta fremmandan mann yvir teg, ein, ið ikki er bróðir tín. |
|
16 | Men hann má ikki hava nógvar hestar og ikki senda fólkið aftur til Egyptalands at fáa sær nógvar hestar; HARRIN hevur jú sagt við tykkum: "Tit mugu ikki fara ta leiðina uppaftur!" |
|
17 | Ei heldur má hann hava nógvar konur, tí so verður hjarta hansara leitt til fráfall; og hann má heldur ikki savna sær nógv silvur og gull. |
|
18 | Táið hann so situr í hásæti kongadømis síns, skal hann hjá levitaprestunum fáa sær avskrift av hesi lóg; |
|
19 | hana skal hann hava hjá sær og lesa í henni, allar dagar ið hann livir, so hann kann læra at óttast HARRAN Gud sín og akta eftir hvørjum orði í hesi lóg og eftir hesum fyriskipanum og halda tær. |
|
20 | Hetta skal hann gera, fyri at hjarta hansara skal ikki hugmóða sær yvir brøðrum hansara og ikki víkja frá boðnum, hvørki til høgru ella til vinstru. Tá skulu bæði hann og synir hansara liva leingi sum kongar í Ísrael." |
|
|