1 | Táið nú fólkið hevði savnað seg í túsundtali, so hvørt traðkaði oman á øðrum, tók Hann til orða og segði við lærisveinar Sínar: "Varðið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl! |
|
2 | Einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. |
|
3 | Alt, sum tit hava sagt í myrkrinum, skal tí hoyrast í ljósinum, og tað, sum tit hava lýtt í oyrað í kømurunum, skal verða prædikað á tøkunum. |
|
4 | Men Eg sigi við tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir! |
|
5 | Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Óttist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helviti! Ja, Eg sigi tykkum: Óttist Hann! |
|
6 | Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi. |
|
7 | Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, eru tey øll tald. Óttist ikki! Tit eru meiri verdir enn nógvir spurvar. |
|
8 | Men Eg sigi tykkum: Hvønn tann, ið kennist við Meg fyri menniskjum, skal eisini Menniskjasonurin kennast við fyri einglum Guds. |
|
9 | Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal verða avnoktaður fyri einglum Guds. |
|
10 | Og hvør tann, ið talar orð móti Menniskjasyninum, honum skal tað verða fyrigivið; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið. |
|
11 | Men táið tey leiða tykkum fram fyri sýnagogur og fyri yvirvøldina og teir, ið valdið hava, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga! |
|
12 | Tí Heilagi Andin skal í somu stund læra tykkum tað, sum tit skulu siga." |
|
13 | Ein av fólkinum segði við Hann: "Meistari, sig við bróður, at hann skal skifta arvin við meg!" |
|
14 | Men Hann svaraði honum: "Maður! Hvør hevur sett Meg til dómara yvir tykkum ella at skifta tykkara millum!" |
|
15 | So segði Hann við tey: "Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs." |
|
16 | Og Hann setti teimum fram líknilsi: "Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni. |
|
17 | Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: "Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í." |
|
18 | So segði hann: "Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær. |
|
19 | Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!" |
|
20 | Men Gud segði við hann: "Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!" |
|
21 | Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi." |
|
22 | Og Hann segði við lærisveinar Sínar: "Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í! |
|
23 | Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini. |
|
24 | Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir! |
|
25 | Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum! |
|
26 | Eru tit nú ikki førir fyri at gera so frægt sum hitt minsta, hví stúra tit tá fyri hinum! |
|
27 | Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra. |
|
28 | Klæðir Gud nú so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, hvussu mikið meiri tá ikki tykkum, tit trúarveiku! |
|
29 | Spyrjið tí ikki um, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, og latið ikki huga tykkara reika higar og hagar! |
|
30 | Øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir; men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta. |
|
31 | Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt! |
|
32 | Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið. |
|
33 | Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur! |
|
34 | Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við. |
|
35 | Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi! |
|
36 | Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp! |
|
37 | Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum. |
|
38 | Og kemur Hann í aðrari náttarvøku, ella kemur Hann í triðju náttarvøku, og finnur tað so - sælir eru teir! |
|
39 | Men tað skilja tit, at vitsti húsbóndin, hvønn tíma tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn í hús sítt. |
|
40 | Verið eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa." |
|
41 | Tá segði Pætur við Hann: "Harri, er tað okkum, Tú talar um í hasum líknilsinum, ella er tað øll?" |
|
42 | Harrin svaraði: "Hvør er nú hin trúgvi og skilagóði húshaldarin, ið Harrin fer at seta yvir húsfólk Sítt, at geva teimum hin ásetta kostin í rættari tíð? |
|
43 | Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur at bera seg so at. |
|
44 | Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur. |
|
45 | Men sigur hesin tænari so í hjarta sínum: "Harri mín drálar at koma!" - og fer so at sláa dreingirnar og arbeiðskonurnar og eta og drekka og stoyta seg fullan, |
|
46 | so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit, og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hinum ótrúgvu. |
|
47 | Men tann tænari, ið hevur vitað vilja Harra síns, og hevur ikki gjørt í stand ella sett í verk tað, sum Hann vildi, hann skal fáa nógv sløg. |
|
48 | Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri. |
|
49 | Eld eri Eg komin at kasta á jørðina, og hvør gjarna vildi Eg ikki, at hann longu var farin at loga! |
|
50 | Men dóp havi Eg at verða doyptur við, og hvussu fullur av angist eri Eg ikki, inntil hann er fullførdur! |
|
51 | Halda tit, at Eg eri komin at geva frið á jørðini? Nei, sigi Eg tykkum - stríð. |
|
52 | Tí hereftir skulu fimm liggja í stríði í sama húsi, trý við tvey, og tvey við trý. |
|
53 | Tey skulu liggja í stríði, faðir við son, og sonur við faðir, móðir við dóttur, og dóttir við móður, vermóðir við sonarkonu, og sonarkona við vermóður." |
|
54 | Hann segði eisini við fólkið: "Táið tit síggja skýggj koma upp í vestri, siga tit við tað sama: "Nú kemur regn!" - Og so verður. |
|
55 | Og táið tit síggja, at sunnanvindur er, siga tit: "Nú verður hiti!" - Og tað verður. |
|
56 | Hyklarar tykkara! Tit duga á at skyna, hvussu jørð og himmal síggja út, men hví duga tit tá ikki á at skyna tíðini, ið nú er? |
|
57 | Hví døma tit ikki eisini frá tykkum sjálvum, hvat rætt er? |
|
58 | Tí meðan tú fert til yvirvøldina við mótparti tínum, ger tær tá ómak at verða samdur við hann á vegnum, fyri at hann skal ikki fara fyri dómaran við tær, og dómarin lata teg fangavaktaranum í hendur, og fangavaktarin koyra teg í fangahús! |
|
59 | Eg sigi tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað." |
|
|