1 | Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir - ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna. |
|
2 | Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur. |
|
3 | Hann skal sita og bræða og reinsa silvurið; Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur, so teir kunnu bera HARRANUM fram offurgávur í rættvísi. |
|
4 | Og offurgávur Juda og Jerúsalems skulu toknast HARRANUM sum í gomlum døgum, sum í farnum árum. |
|
5 | Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda - og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna. |
|
6 | Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups. |
|
7 | Líka frá teimum døgum fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara! - sigur HARRIN Gud herskaranna. - Tit siga: "Hvørjum skulu vit venda við frá!" |
|
8 | Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! - Tit siga: "Hvat hava vit rænt frá Tær!" Tíggjundina og hinar heiløgu gávur! |
|
9 | Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið! |
|
10 | Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum - roynið Meg á henda hátt - sigur HARRIN Gud herskaranna - um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum! |
|
11 | Eg skal styggja burt etaran fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti - sigur HARRIN Gud herskaranna. |
|
12 | Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land - sigur HARRIN Gud herskaranna. |
|
13 | Tit hava talað hørð orð móti Mær! - sigur HARRIN. - Tit spyrja: "Hvat hava vit okkara millum talað móti Tær!" |
|
14 | Tit hava sagt: "Einki spyrst burtur úr at tæna Gudi! Hvat hava vit vunnið við at akta eftir boðum Hansara og ganga í syrgibúna fyri HARRANS Guds herskaranna skuld! |
|
15 | Nei, vit prísa hini hugmóðigu lukkulig! Hjá teimum gongur uppeftir, sum liva í gudloysi; tey freista Gud og sleppa órevsað!" |
|
16 | Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara. |
|
17 | Og tann dag Eg útinni verk Mítt - sigur HARRIN Gud herskaranna - skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum. |
|
18 | Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum. |
|
|