varðveit,hjarta,títt,fram,um,alt1 | Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap! |
| 2 | Tí góðan lærdóm gevi eg tykkum; sleppið ikki tí, ið eg læri tykkum! |
| 3 | Tí táið eg var sonur heima hjá faðir, táið eg var lítil og einasta barn móður, |
| 4 | lærdi hann meg og segði við meg: "Lat hjarta títt halda fast orðum mínum, varða boð míni, so skalt tú liva! |
| 5 | Keyp vísdóm, keyp vit, gloym ikki og vík ikki frá orðum muns míns! |
| 6 | Slepp ikki vísdóminum, so skal hann halda vakt yvir tær, elska hann, so skal hann vera vernd tín! |
| 7 | Upphav vísdóms er: Keyp vísdóm, ja, keyp vit fyri alt, ið tú eigur! |
| 8 | Set hann høgt, so skal hann seta teg høgt! Hann skal koma tær til heiður, táið tú fevnir hann. |
| 9 | Hann skal seta vakran krans á høvd títt, hann skal rætta tær fagra krúnu." |
| 10 | Hoyr, sonur mín, og tak við orðum mínum, so skalt tú fáa mong ár at liva! |
| 11 | Eg vísi tær veg vísdómsins, leiði teg eftir gøtum rættvísinnar. |
| 12 | Táið tú gongur, skal einki vera stigum tínum til hindurs, og táið tú rennur, skalt tú ikki snáva. |
| 13 | Halt fast í tyktina, slepp henni ikki, varða hana, tí hon er lív títt! |
| 14 | Kom ikki á gøtur gudleysra, og fylg ikki vegi hinna óndu! |
| 15 | Skýggja hann, fylg honum ikki, vík frá honum og far øðrumegin við! |
| 16 | Tí tey fáa ikki sovið, uttan tey hava gjørt okkurt ilt, tey missa svøvnin, fáa tey ikki onkun til fals. |
| 17 | Tey eta gudloysisbreyð og drekka yvirgangsvín. |
| 18 | Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er. |
| 19 | Vegurin, ið hini gudleysu ganga, er sum bølmyrkur; tey vita ikki, hvat tey fara at detta um. |
| 20 | Sonur mín! Gev orðum mínum gætur, legg oyrað til tað, ið eg sigi! |
| 21 | Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum! |
| 22 | Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing. |
| 23 | Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út! |
| 24 | Halt teg frá sviki við munninum, lat falskar varrar vera langt frá tær! |
| 25 | Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær! |
| 26 | Ger fóti tínum gøtuna slætta, lat allar vegir tínar miða á málið! |
| 27 | Halt ikki av, hvørki til høgru ella vinstru, lat fót tín víkja frá illum! |
| |
|