1 | Orð Lemuels kongs, tað, ið móðir hansara segði, táið hon áminti hann: |
|
2 | Hvat skal eg siga við teg, sonur mín, ja, hvat, sonur lívs míns, ja, hvat, sonur lyfta mína? |
|
3 | - Gev ikki kvinnum kraft tína, og far ikki leiðir, ið forkoma kongum! |
|
4 | Ikki sømir kongum, Lemuel, ikki sømir kongum at drekka vín, ei heldur høvdingum at drekka sterkan drykk! |
|
5 | Tí táið teir drekka, koma teir at gloyma, hvat lóg er, og boyggja rætt alra arminga. |
|
6 | - Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini! |
|
7 | Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur! |
|
8 | Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt! |
|
9 | Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt! |
|
10 | Dugnaliga konu - hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd! |
|
11 | Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki. |
|
12 | Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. |
|
13 | Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga. |
|
14 | Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum. |
|
15 | Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin. |
|
16 | Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð - og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum. |
|
17 | Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar. |
|
18 | Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina. |
|
19 | Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna. |
|
20 | Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka. |
|
21 | Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak. |
|
22 | Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara. |
|
23 | Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum. |
|
24 | Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin. |
|
25 | Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti. |
|
26 | Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara. |
|
27 | Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki. |
|
28 | Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni: |
|
29 | "Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!" |
|
30 | Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst. |
|
31 | Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum! |
|
|