Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
sjey,ferðir
1 Øvunda ikki ónd menniskju, og hav ikki hug at vera við teimum!
2 Tí hjarta teirra hugsar bert um yvirgangsverk, og varrar teirra tala vanlukku.
3 Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,
4 og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.
5 Vísur maður er sterkur, og kønur maður er veldigur í mátti.
6 Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa.
7 Vísdómur er dáranum ov høgur; í portrinum letur hann ikki upp munnin.
8 Tann, sum hevur ilt í huga, verður kallaður svikafullur maður.
9 Dárskaparráð er synd, og spottarin er andstygd millum fólk.
10 Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi.
11 Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin!
12 Um tú sigur: "Ja, men vit vitstu tað ikki!" - man tá ikki Hann skilja tað, Hann sum vigar hjørtuni! Og Hann, sum aktar eftir sál tíni, man Hann ikki vita tað og løna einum og hvørjum aftur eftir verkum hansara!
13 Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur!
14 Tú skalt vita, at so gagnligur er vísdómur sál tíni! Hevur tú funnið hann, so hevur tú framtíð, og vón tín skal ikki koma upp í einki.
15 Lúr ikki sum gudleysur eftir bústaði hins rættvísa, forkom ikki heimi hansara!
16 Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi - og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur.
17 Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast
18 - so HARRIN sær tað, og Honum líkar tað illa, og Hann vendir vreiði Síni frá honum!
19 Ilskast ikki um hini óndu, og øvunda ikki gudleys!
20 Tí hini óndu hava onga framtíð, lampa gudleysra sløknar.
21 Óttast HARRAN og kongin, sonur mín! Teir, sum seta seg upp móti teimum, mást tú einki hava við at gera.
22 Tí brádliga kemur vanlukkan frá teimum, og oyðingin frá teimum báðum - hvør kennir hana!
23 Eisini hesi eru orðtøk vísmanna: Dómari eigur ikki at gera mannamun.
24 Tann, sum sigur við hin seka: "Tú ert sakleysur!" honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir;
25 men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey.
26 Koss á varrar gevur tann, ið svarar við røttum orðum.
27 Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
28 Ver ikki uttan grund vitni móti næsta tínum! - Ella vilt tú gera svik við vørrum tínum?
29 Sig ikki: "Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!"
30 Eg kom gangandi fram við mark eins letinga, fram við víngarði eins menniskja, sum einki vit hevði.
31 Og veitst tú - alt var undirgingið í tistlum, heilt fjalt av notum, grótgarðurin rundanum lá niðri!
32 Eg skoðaði og legði mær tað í huga, eg sá og tók læru av tí
33 [Sigur tú:] "Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!"
34 - sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!