1 | Vísur sonur lurtar eftir revsing faðirs síns, men spottarin leggur ikki í, um hann verður deildur. |
|
2 | Av ávøksti muns síns nýtur maðurin gott, men hini trúleysu hungra eftir yvirgangi. |
|
3 | Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku. |
|
4 | Hin lati tráar - og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett. |
|
5 | Hin rættvísi hatar lygitalu, men hin gudleysi ger tað, ið ilt og skammiligt er. |
|
6 | Rættvísi er honum vernd, sum livir ólastandi, men gudloysi fellir tann, ið ger synd. |
|
7 | Mangur letst ríkur og eigur tó púra einki, og mangur letst fátækur og eigur tó nógv. |
|
8 | Ríkidømi mansins er loysigjald fyri lív hansara, men hin fátæki fær ongar hóttur at hoyra. |
|
9 | Ljós rættvísra logar bjart, men lampa gudleysra sløknar. |
|
10 | Við hugmóði voldir ein einki uttan split, men vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum. |
|
11 | Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt. |
|
12 | At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ. |
|
13 | Tann, ið vanvirðir orðið, forkemur sær sjálvum, men tann, ið óttast boðið, fær løn. |
|
14 | Læra hins vísa er kelda lívsins; við henni sleppur ein undan snerrum deyðans. |
|
15 | Skilagott menniskja verður avhildið, men harður er vegur svikaranna. |
|
16 | Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili, men dárin breiðir út dárskap. |
|
17 | Gudleyst sendiboð fellur í vanlukku, men trúfastur boðberi er heilsubót. |
|
18 | Armóð og skomm fær tann, sum ikki vil vita av tykt, men tann, ið aktar eftir revsing, verður ærdur. |
|
19 | Uppfylt ynski er sálini søtt - men at víkja frá illum er dárum andstygd! |
|
20 | Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa. |
|
21 | Vanlukka eltir syndarar, men rættvís verða lønt við góðum. |
|
22 | Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa. |
|
23 | Nýbrotið land fátækrafólks gevur nógva føði, men mangur verður ryktur burtur, tí hann ger ikki tað, ið rætt er. |
|
24 | Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er. |
|
25 | Hin rættvísi etur, so hann verður mettur, men hini gudleysu ganga við tómum maga. |
|
|