1 | Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. |
|
2 | Gud! Hoyr rødd mína, táið eg gevi meg, varða lív mítt móti hinum øgiliga fígginda! |
|
3 | Fjal meg fyri loyniráði hinna óndu, fyri flokki illgerðarmannanna, ið gera óljóð, |
|
4 | sum brýna tunguna sum svørð, miða við píli sínum, hinum beiska orði, |
|
5 | fyri í loyndum at skjóta hin sakleysa - alt í einum skjóta teir hann og ræðast ikki! |
|
6 | Teir styrkja seg í ónda ráði sínum; teir siga frá, hvussu teir skulu leggja loyndar snerrur; teir siga: "Hvør sær tær!" |
|
7 | Teir upphugsa illgerðir: "Vit eru lidnir, ráðini eru løgd!" - Og djúp eru hjarta og tankar menniskjans. |
|
8 | Tá skjýtur Gud teir; alt í einum kemur pílurin, slagið hevur rakt teir. |
|
9 | Og teir verða omanstoyttir; tunga teirra kemur yvir teir; øll, ið síggja teir, rista við høvdinum. |
|
10 | Og øll menniskju óttast og kunngera tað, ið Gud hevur gjørt; tey skilja verk Hansara. |
|
11 | Hin rættvísi gleðist í HARRANUM og leitar sær skjól hjá Honum, og øll sannhjartað prísa seg lukkulig. |
|
|