Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir hind morgunroðans. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín, tóat Eg rópi um hjálp.
3 Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við - og finni onga hvíld.
4 Og tó ert Tú hin Heilagi, sum situr uppi yvir lovsongum Ísraels.
5 Á Teg litu fedrar okkara; teir litu á Teg, og Tú bjargaði teimum.
6 Til Tín róptu teir, og fingu hjálp, á Teg litu teir, og vórðu ikki til skammar.
7 Men Eg eri maðkur og ikki maður, menniskjum til spott og vanvirdur av fólki;
8 øll, ið síggja Meg, háða Meg, gálva, rista við høvdinum og siga:
9 "Kasta tað á HARRAN! Hann frelsi Hann, Hann bjargi Honum, táið Hann hevur slíkan tokka til Hansara!"
10 Ja, Tú ert tann, sum dró Meg út úr móðurlívi, sum lætst Meg hvíla trygt við móðurbróst.
11 Á Teg eri Eg kastaður úr móðurfangi; úr móðurlívi ert Tú Gud Mín.
12 Ver ikki langt frá Mær, tí neyðin er nær, og eingin er, sum hjálpir!
13 Sterkir tarvar standa rundan um Meg, hinir veldigu Basans kringseta Meg.
14 Teir gapa móti Mær sum brølandi leyva, ið skræðir sundur.
15 Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum.
16 Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans.
17 Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur.
18 Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí.
19 Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut.
20 Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar!
21 Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!
22 Frels Meg úr leyvugapinum - ja, Tú bønhoyrir Meg og bjargar Mær undan hornum villtarvsins!
23 Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt, mitt í samkomuni skal Eg lova Tær.
24 Tit, ið óttast HARRAN, lovið Honum! Ær Hann, øll ætt Jákups, hav ótta fyri Honum, øll ætt Ísraels!
25 Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara.
26 Frá Tær kemur lovsongur Mín í stórari samkomu; lyfti Míni skal Eg halda, fyri eygum teirra, ið óttast Hann.
27 Hini eyðmjúku skulu eta og verða mett; tey, ið søkja HARRAN, skulu lova Honum, ja, hjarta tykkara skal liva í allar ævir.
28 Allir endar jarðarinnar skulu minnast tað og venda við til HARRAN, allar ættir fólkanna skulu tilbiðja fyri ásjón Tíni.
29 Tí ríkið hoyrir HARRANUM til, Hann ræður yvir fólkunum.
30 Ja, allir stórmenn jarðarinnar skulu eta og tilbiðja; fyri ásjón Hansara skulu tey boyggja knæ, øll, sum fara niður í dustið, og tann, ið ikki kann halda sál síni á lívi.
31 Honum skulu eftirkomararnir tæna; frá HARRANUM skal verða sagt ættarliðinum, ið kemur.
32 Tey skulu stíga fram og kunngera rættvísi Hansara fyri fólkinum, ið føtt verður - hvat Hann gjørdi!