1 | "Silvurið hevur jú stað sítt, og gullið, ið reinsað verður, stað, har teir finna tað; |
|
2 | jarn verður tikið úr jørðini, og steinur verður bræddur til kopar. |
|
3 | Teir gera enda á myrkrinum, og inn í hinar innastu krókar granska teir steinarnar, sum liggja í svarta myrkrinum. |
|
4 | Teir spreingja gong langt burtur frá bústaði manna; har eru teir, gloymdir, djúpt undir fótum menniskjanna; har hanga teir í lofti, langt burtur frá menniskjum. |
|
5 | Upp av jørðini veksur breyð, men innan í henni verður alt bóltað um sum av eldi. |
|
6 | Safirurin hevur bústað sín í steinum hennara, og gullkorn eru at finna har. |
|
7 | Eingin rovfuglur kennir leiðina hagar, einki falkaeyga hevur sæð hana; |
|
8 | stolt villdýr hava ikki stigið hana, eingin leyva hevur gingið hana. |
|
9 | Á harða steinin leggja teir hond, heil fjøll koyra teir av grund. |
|
10 | Inn í fjøllini spreingja teir sær gongir, og alt dýrabart fáa teir at síggja. |
|
11 | Teir byrgja fyri vatnsræsunum, ið dryppa, og duldar skattir fáa teir fram í ljósið. |
|
12 | Men vísdómurin - hvar er hann at finna? Og hvar hevur vitið bústað sín? |
|
13 | Menniskjað kennir ikki virði hansara, og hann finst ikki í landi teirra, sum liva. |
|
14 | Djúpið sigur: "Í mær er hann ikki!" Og havið sigur: "Hann er ikki hjá mær!" |
|
15 | Hann fæst ikki fyri fínasta gull, fyri silvur kann hann ikki keypast; |
|
16 | ei verður hann goldin við ofirgulli, ikki við dýrum sjóamsteini og safiri; |
|
17 | gull og glas koma ikki upp ímóti honum, hann fæst ikki í býti fyri íløt av fínum gulli; |
|
18 | krystal og koralir - ikki at tala um, og at eiga vísdóm er meiri enn perlur; |
|
19 | topasurin úr Etiopia kemur ikki upp ímóti honum, og hann verður ikki goldin við reinasta gulli. |
|
20 | Ja, vísdómurin - hvaðani kemur hann? Og hvar hevur vitið bústað sín? |
|
21 | Hann er duldur fyri eygum alra teirra, ið liva, og fjaldur fyri fuglum himmalsins. |
|
22 | Avgrundin og deyðin siga: "Bert tíðindi um hann eru komin okkum fyri oyru!" |
|
23 | Gud, Hann veit vegin til hansara, og Hann veit, hvar hann hevur bústað sín; |
|
24 | tí Hann skoðar heilt til endar jarðarinnar, alt undir himli sær Hann. |
|
25 | Táið Hann vigaði vindin á vekt og máldi vatnið í máli, |
|
26 | táið Hann setti regninum lóg og snarljósinum veg, |
|
27 | tá sá Hann vísdómin og opinberaði hann, tá læt Hann hann stíga fram og granskaði hann út. |
|
28 | Og Hann segði við menniskjað: "At óttast Harran - tað er vísdómur, og at skýggja hitt illa - tað er vit!"" |
|
|